Samkynd úr Norðurlandahúsi og sendistovu til Jerusalem

Eitt sindur serlig mál eru á skránni til løgtingsfundin í dag

 

Tað nívir hjá Miðflokkinum at síggja LGBT fløgg vundin í húnarhátt uttan fyri Norðurlandahúsið

Løgtingið skal taka støðu til, um landið skal yvirtaka Norðurlandahúsið frá Norðurlandaráðnum, sum eigur húsið. Tað er Miðflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram, og beinleiðis orsøkin er, at flokkurin heldur, at samkynd hava ov stóra rúmd í Norðurlandahúsinum. 

– Orsøkin til hetta uppskotið um yvirtøku er, at onnur Norðurlond brúka Norðurlandahúsið til at ávirka grundleggjandi mentan og virðir í Føroyum, sum føroyingar sjálvir eiga at sleppa at mynda. Norðurlandahúsið verður javnan brúkt til at ávirka børn, ung og vaksin í djúpt politiskum spurningum, sum Løgtingið hevur felt, ikki hevur tikið støðu til ella mál, sum føroyingar annars eru tvíbýttir í, skrivar Miðflokkurin millum annað í viðmerkingum til uppskotið, sum verður viðgjørt á tingfundinum klokkan 13.

Annað mál hjá Miðflokkinum er at flyta føroysku sendistovuna í Ísrael úr Tel Aviv til Jerusalems.

Flestu heimsins lond hava sínar sendistovur í Tel Aviv, tí at Jerusalem er ein so umstríddur býur. Men fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, flutti tó amerikonsku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerusalems.

Men tað fer valla at bera til at flyta føroysku sendistovuna, tí tað hevði neyvan verið góðtikið úr Danmark, tí tað er í stríð við ST samtyktir og ymiskt annað. Talan er eisini um eitt uppskot til samtyktar og ikki um eitt lógaruppskot.

 

##med2##

Skráin til tingfundin í dag er hendan:

Dagsskráin, týsdagur, 05. september 2023, kl. 13:00

1    Atkvøðugreiðsla SS-001/2023 - Oljuleiting í føroyska økinum

2    1. viðgerð  LM-003/2023 - Uppskot til løgtingslóg um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (Rúsdrekkalógin)

3    1. viðgerð LM-001/2023 - Uppskot til samtyktar um sendistovu Føroya í Ísrael

4    1. viðgerð LM-002/2023 - Uppskot til samtyktar um at yvirtaka Norðurlandahúsið

5    Framløga

 

Tað nívir hjá Miðflokkinum at síggja LGBT fløgg vundin í húnarhátt uttan fyri Norðurlandahúsið