Samlaða starvslønarjáttanin svarar til eina skiparaløn

Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur ----------- Starvslønirnar í ár frá Mentanargrunninum eru aftur latnar. 40 fólk hava fingið samanlagt 2,5 milliónir krónur. 68 sita eftir sum einki fingu. 108 høvdu søkt til eina upphædd upp á 15 milliónir krónur. Játtaðu starvslønirnar samanlagt svara til eina av teimum hægstu lønunum í landinum, til eina skiparaløn umborð á einum nótabáti, flakatrolara ella til eina bankastjóraløn, við øllum frynsagóðum. Ella eitt sindur meira enn lønin hjá stjóranum í Føroya Fiskavirking tað eina árið herfyri. 2,5 milliónir tað er tað okkara politikkarar halda er nógmikið til 40 fólk, sum brenna fyri at gera listarligt arbeiði. Fyrst vil eg betjenna eina synd. Eg havi einaferð fyrr skrivað um starvslønir frá Mentanargrunninum. Tá bar mín skrivingin brá av, at øvundin stýrdi penninum, tí skrivingin snúði seg um hvør í fekk, í mun til mín sum einki fekk. Slík skriving ber ongan veg fram á og tí biðið eg lesaranum, og tey sum hava fingið játtað síðan fyrstu starvslønirnar vóru latnar í 2001, um treytaleysa umbering fyri mín óhepna máta at lýsa málið tá. Hesuferð gloymdi eg at søkja, hevði sveittað út, at seinasta freist var millum jól og nýggjár og tí slapp eg frá í ár at kenna svíðandi stingin í flatbróstinum, tá íð bræv kemur frá Mentanargrunninum, sum sigur mær, at eg var vigaður og funnin ov lættur. Eg, saman við 68 øðrum, sum heldur einki fingu, tí játtanin ikki rakk og ikki tí, at nakað er galið við nevndini í Mentanargrunninum. Hervið er tað fingið upp á pláss. Tillukku øll tit sum hava fingið játtað. Tað er tykkum so hjartaliga væl unt. Tillukku Jóanes Nielsen, sum fekk tillutað størstu starvslønina. 22.000 krónur í trý ár. Tú hevur framt mentanaravrik sum fáur, og enn er nógv eftir í tær. “Eitur nakað land weekend” stendur enn sum eitt tað bjartasta mentanarupplivilsi, eg havi havt seinastu 10 árini. Tínar yrkingar, og serliga tær sum snúgva seg um kærleikan, lýstur í undrinum millum móðir og barn, hita meg. Tú hevur okkurt í tínum yrkingum, sum eg kenni aftur í mær sjálvum, tí siga tínar yrkingarnar mær nakað. Ov nógv í føðingardegi Starvslønir eru ikki játtanir fyri framd avrik, men fyri komandi avrik. Hesin seinastu fimm árini, har eg havi virkað sum rithøvundur, uttan starvsløn væl at merkja, havi eg fingið betri innlit í umstøðurnar hjá okkara rithøvundum og eisin umstøðurnar hjá nevndini fyri Metananrgrunnin at virka undir. Eg havi stóra virðing fyri arbeiðinum hjá nevndini, og ikki minst fyri arbeiðinum hjá formanninum Róa Paturssyni. Vit hava luttikið í kjaksending í útvarpi um hetta evnið og eg skilji hann betri í dag. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva teir hava. Lagkøkan er snøgt sagt ov lítil, og ov nógv eru í føðingardegi. Soleiðis sær tað út við verandi játtan. Ov smábýtt er til tey sum vilja skapa og bera okkara mentan víðari, og tað hava okkara politikkarar slett ikki skilt. 40 hava fingið í ár. 68 fingu einki. Politiska bráðfengishjálpin er, at øll eru 68 verða lívgaði beinanvegin við eini eykajáttan her og nú. Nú eru samgongusamráðingar. Hugsi tykkum, um Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldið, Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum noyddust at hava eitt vaskiarbeiði eyka, fyri at kunna sleppa at arbeiða við tí sum teir veruliga brenna fyri, nevniliga politikki. Hetta eru treytirnar hjá føroyskum rithøvundum. Eg kann bara tosa fyri meg og kanska aðrar rithøvundar, bara kanska. Tað er ongin rithøvundur sum spinnir gull av at skriva. Tað er áhugin sum drívir verkið og eisini áhugin fyri føroyskum máli, sum verður nevnt í endamálsorðigini fyri Mentanargrunnin og ikki minst áhugin fyri okkara søgu.. Hvør tann einasta føroyska bók, sum kemur út, er eitt dømi um hvussu partur av føroyska málinum varð nýtt hetta árið, ella um talan er um søguliga bók, hvussu málið var longur aftur í tíðina Tað er onkur hendinga siðsøgulig bók, sum selir somikið frætt, at ein ársløn spyrst burtur úr. Vit tosa kanska um einar tríggjar fýra slíkar bøkur árliga. Tað vil siga, at vil tú liva sum rithøvundur, so verður tú noyddur at skriva um eitt evni, sum hevur breiðan áhuga og hvør rithøvundur megnar at halda seg til tað ár undan ári, uttan at vera ótrúgvur móti sær sjálvum og selja sál sína. Eru hesar siðsøguligu bøkur eisini forsvarliga lætnar úr hondum, so hevur høvundurin brúkt minst tvey ár um bókina, og sjálvt um tølini tykjast stór á metsølulistum, so er smábýtt, um tú roknar inntøkuna yvir alt skeiðið, tú hevur brúkt upp á verkið. Havragreytur Skrivar tu eina smala bók, sum tað verður nevnt millum rithøvundar, tað vil siga eina bók, sum rakar ein minni málbólk enn siðsøgan, so skal tú lata væl at, um tú kemur upp um 1000 bøkur. Kostar bókin 350 krónur í bókabúðunum, og tað er í dýrara endanum, eru 235,50 kr eftir, tá íð bókhandilin hevur fingið síni 33 prosent. Bókhandilsmenn eru ikki djarvir í handli. Teir tryggjað sær, at teir ikki hava eina krónu í tapi av tí teir selja av føroyskum bókum. Tað er alt 100 prosent reinur vinningur. Teir tryggja sær, at forlagið tekur hvørja einastu óseldu bók aftur, áðrenn avroknað verður endaligt. Fyristilli tær vinningin í vanligum føroyskum handilslívi um øll gjørdu soleiðis. Tað sum eftir er skal rinda prentútreiðslur, sum kanska lágt sett ligga um 50.000 krónur. Nú eru 185.000 krónur eftir. Siga vit, at rithøvundurin er ærukærur og hevur lagt alla sína orku í bókina, og arbeitt í minst tvey ár við bókini, og hevur hann góðar 92.000 krónur at liva fyri um árið. Hetta forútsetir, at høvundurin gevur bókina út sjálvur. Geva onnur hana út, so er parturin enn minni sjálvsagt, hóast eini 20.000 krónur í útgávustuðli frá Mentanargrunninum kanska pynta eitt sindur um endaliga úrslitið. Taka vit ein yrkjara, verður hildið, at hann hevur selt væl, um hann hevur selt 500 bøkur, har er ikki ringt at rokna út, at havragrín er vanligasti kosturin á borðinum hjá hesum andsmenni, sum tekst við annað enn tað sum høvuðsstreymurin av føroyingum takast við, og sum vanliga verður roknað fyri mansarbeiði millum mannað. Nú eru samgongusamráðingar. Teir, sum tingast um nýggja samgongu, tørva ikki eykaarbeiði fyri at gera tað teir tíma best, nevniliga at føra politikk. Politikkur verður í dag roknaður fyri eitt arbeiði, í mun til tað at skriva bøkur og annað listarligt arbeiði, sum verður mett sum dovinsligur viðfáningur hjá nøkrum orginalum, sum ikki tíma at takast við vanligt arbeiði. Vit hoyrdu vallyftini undan valinum Onkur vildi tvífalda játtanina til Mentanargrunnin, onkur vildi fara longur. Í dag fegnast Jóannes Nielsen, skald. Honum er tryggjaður fíggjarligur arbeiðsfriður næstu trý árini. Ikki tí, tað finnast attraktivari arbeiðir peningaliga enn júst at vera rithøvundur. 22.000 krónur skal hann klára seg við um mánaðin næstu trý árini. Tit, sum samráðast um samgongu, latið tað verða felt í samgonguskjalið, at nakað munagott verður játtað til Mentanargrunnin. Latið eitt nú fimm føroyingar fáa trý ára starvsløn í januar komandi ár. Latið fimm fáa eitt ára starvsløn. Økið játtanina fimm ferðir longu nú. Tað eina útilokar ikki hitt Fyrrverandi blaðstjórin hjá mær, Jan Muller, plagar at taka til, at tað eina útilokar ikki hitt. Slíkur hugburður slóðar fyri víðskygni. Eg eri ikki móti sandoyartunnlinum ella nøkrum øðrum tunnli. Tit kunnu umhugsa í løgtinginum at longja fíggingina av hesum tunnli við einum ári, tá eru longu tøkur peningur, sum kann nýtast til mentan, soleiðis at tað munar. Mentan kann gerast til nógvar pengar, geva tit teimum sum hava hug til hetta yrkið umstøður at arbeiða undir. Og her meini eg, at mentan kann vera flaggberi saman við vinnulívi úti í heimi. Fær Mentanargrunnurin nóg stóra játtan og kann føða eini 100-200 føroyingar um árið innan tær listarligu greinarnar, fólk, sum hava árræði og evni at fáast við skapandi mentanarligt virksemi, so kann tað verða, at onkur av hesum slær í gjøgnum 10. hvørt ár úti í heimi, og tá síggjast Føroyar í altjóðagerðini. Amerikanarar hava eitt sigandi hugtak. “Geri eg sum eg altíð havi gjørt, so verður tað sum tað altíð hevur verið.”Vilja okkara politikkarar, at tað skal verða sum tað altíð hevur verið við okkara mentan? Hugsi tykkum hvussu stóra reklamu grannatjóð okkara Ísland hevur havt at teirra mentanarberum, eitt nú Bjørk og fleiri av rithøvundunum, fyri ikki um at tala um myndskapandi list. William Heinesen, Jørgen Frans Jacobsen, S.J. Mikines, Ingálvur av Reyni eru deyðir. Er tíðin ikki komin at seta við? Føroyingar eru eitt rættuliga skapandi fólk, ein skapandi tjóð. Tað kann ikki vera rætt, at rithøvundar, sum vilja hetta yrkið burturav, verða tvungnir at skriva siðsøgu, fyri at halda hungurin burtur. Onki galið við siðsøguni, hon er spennandi at skriva. Tó ongin onnur rithøvundagrein føðir ein rithøvund. Eg havi ikki fíggjarligar umstøður at seta meg niður í eitt ár ella tvey at skriva eitt nú eina skaldsøgu, hóast tað brennir í mær at fáa umstøður til tess og hvør kykna í mær rópar á meg um at gera tað. Hesar umstøður hevur tann sum hevur fingið starvsløn. Politikkarar seta kílar Við at hava eina niðurpínda játtan til Mentanargrunnin, eru almennu Føroya við at klekja tvey sløg av rithøvundum og eisini tvey sløg av fólki, sum fáast við listarligt arbeiði.Tað eina slagið eru tey, sum fáa tryggjaða løn frá Mentanargrunninum, meðan tey arbeiða. Tey kunnu seta eitt ár ella fleiri av til at skapa eitt verk, og tey eru ikki á sama hátt bundin av fría marknaðinum, sum hini, sum fíggja alt sjálvi, og eru fullkomiliga bundin av tí tey selja. Tey tørvar ikki fáa tíðina, tey hava nýtt til verkið inn aftur í sølu Jóannes Nielsen kann skriva hvat hann vil næstu trý árini. Hann hevur ikki fíggjarligt tap av tí. Hann hevur fingið fullkomiligt listarligt frælsi, og eg veit, at úrslitið verður, at hann fer at ganga nýggjar avdúkandi leiðir, júst sum hann plagar, og júst sum ein rithøvundur eigur at gera. Hann kann verða samfelagsins samvitska, uttan at verða hóttur av húsagangi. Hann hevur fortjent sína starvsløn. Ein, sum er bundin at jólasøluni eina, hevur ikki sama møguleika, hóast eg ikki haldi, at tit kunnu skuldseta meg fyri at hava verið ótrúgvan móti mær sjálvum í mínum siðsøguliga rithøvundavirksemi, og tað hevur kostað pengar. Ein verulig hækkan til Mentanargrunnin, fleiri ferðir ta játtan vit hava í dag, vil beina føroyskt rithøvundavirksemi og føroyskt listarligt arbeiði á rætta leið. Listarligt arbeiði skal verða erligt, avdúkandi og djarvt. Tað skal lýsa lívið og okkara umstøður júst sum tær eru, og ikki eina redigeraða behagandi mynd, soleiðis sum fólk ofta vil síggja sítt lív og sína søgu. Tað eru listarligu avrikini sum ikki behaga, íð nerta við tað sum vit helst vilja tiga burtur, sum liva víðari og geva okkum eina sanna mynd av lívinum. Hini hvørva, so skjótt tey eru komin út. Tí eigur tað almenna ikki at ganga á odda við at sláa kílar millum skapandi fólk. Ein og hvør, sum hevur hug at seta seg niður at gera nakað listarligt arbeiði, hevur fortjent mánaðarlønina upp á 22.000 krónur, í hvussu er í eina tíð, soleiðis at hesin hevur møguleika at vísa, um hann kann fáa nakað frá hondini. 22.000 krónur geva ikki eitt pláss á fyrsta klassa í føroyska samfelagnum, men tey kunnu geva skapannargleði, sum kann gippa føroysku mentanina ljósár fram í tíðina. Og samstundis, er talan um smáoyru í mun til aðrar verkætlanir í landinum.