Sammøður bíða enn eftir viðurkenning úr landsstýrinum

Men løgmaður lovar framvegis eina loysn – og tað verður ikki leingi afturat at bíða

Enn er óvist, nær foreldur fáa rættin til at navngeva børn so at tey kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Nú er nakað síðani at sammøður fingu sama rætt til gjald úr barsilsskipani, sum onnur foreldur. Men síðani hevur ivi tikið seg upp, um børn eisini kunnu fáa eftirnavnið á síni sammóður.

 

Landsstýrismaðurin, sum umsitur navnalógina, Magnus Rasmussen, sigur, at lógin skal tulkast soleiðis, at sammøður hava akkurát sama rætt sum øll onnur foreldur. Sostatt kunnu børn fáa eftirnavnið á sammóður síni.

 

Men Umhvørvisstovan, sum umsitur navnalógina fyri landsstýrismannin, hevur eina heilt aðra støðu, tí tey siga, at tað er neyðugt at broyta navnalógina fyri at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Les eisini: Jenis av Rana verður kanska bjargaður undan trupulleikanum

 

Tað eru prestarnir, sum føra kirkjubøkurnar og Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at hann gevur ikki prestunum boð um at broyta mannagongd, fyrr enn hann fær boð um tað frá ovasta myndugleika fyri kirkjuni, sum er Jenis av Rana, landsstýrismaður í kirkjumálum.

 

Bárður á Steig Nielsen hevur staðfest, at tað er landsstýrismaðurin á økinum, Magnus Rasmussen, sum ger av, hvussu lógin skal tulkast og sostatt skulu børn hava rætt til at fáa navnið á sammóður síni.

 

Men løgmaður sigur, at Jenis av Rana hevur boðað frá, at tað verður ikki hann, sum gevur fólkakirkjuni boð um at broyta mannagongdina, tá ið nøvn verða førd í kirkjubókina, so at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Les eisini: Tí kann eitt barn ikki fáa eftirnavnið á sammóður síni

 

Men tað skiltist, at løgmaður ætlar ikki at geva Jenisi av Rana kravboð um at loysa málið og at geva biskupi boð um, at kirkubøkurnar skulu førast soleiðis, at børn kunnu fáa eftirnavnið á sammóður síni.

 

Tvørtur ímóti umhugsaði hann at flyta hetta ávísa málsøkið frá Jenisi av Rana og leggja tað undir ein annan landsstýrismann, tí so kann biskupur fáa boð frá landsstýrismanninum, sum umsitur málsøki.

 

Tað eru næstan tveir mánaðir síðani, at trupulleikin av álvara kom fram í ljósið og nú er næstan ein mánaði síðani, at løgmaður lovaði, at málið skuldi verða loyst fyrsta dagin.

 

Men málið er framvegis ikki loyst. Bárður á Steig Nielsen sigur, at arbeitt verður við málinum og hann sigur, at nú verður tað ikki so leingi til tað verður loyst.

 

Magnus Rasmussen sker ígjøgnum og gevur greið boð

 

Tað er framvegis ein møguleiki at flyta akkurát hetta málsøki frá Jenis av Rana og tað er ein loysn, sum arbeitt verður við. Men Bárður á Steig Nielsen vissar um, at málið verður loyst – og tað verður loyst, soleiðis at sammøður fáa sama rætt at navngeva børnini sum øll onnur foreldur hava. Hann staðfestir enn einaferð, at tað er landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, sum umsitur málsøkið, og sum sostatt hevur rættin at gera av, hvussu lógin skal tulkast. So tað verður tann tulkingin, sum verður galdandi og tað merkir, at sammøður fáa sama rætt, sum øll onnur foreldur, sigur løgmaður.