Sammøður: Fara tey at revsa Anniku og Johan?

Greining: Báðir rebellarnir í samgonguni, Johan Dahl og Annika Olsen, eru áður farin úr flokki sínum eftir at hava tapt hvør sína formansuppgerð. Nú kann politiska framtíð teirra standa upp á spæl

Fær tað avleiðingar fyri Johan Dahl og Anniku Olsen, at tey atkvøða ímóti samgonguni í higartil álvarsamastu uppgerðini millum andstøðu og samgongu? Tað er stóri spurningurin, tá Løgtingið í morgin endaliga fer at samtykkja málið um sammøður – sum snýr seg um at javnseta samkyndar mammur.

 

Felags fyri tey bæði er, at tey áður hava meldað seg úr sínum egna flokki.

 

Johan Dahl meldaði seg úr Sambandsflokkinum 26. mars í 2006 eftir eina miseydnaða roynd at koppa Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni í Sambandsflokkinum.

 

Johan Dahl segði tá, at hann var biðin um at stilla upp, tí fólk vóru ónøgd við Kaj Leo Johannesen sum formann, og at tey tískil vildu hava nýggjan formann fyri at fáa meiri kraft í flokkin uppundir valið komandi.

 

Johan Dahl segði, at hann vildi bara stilla upp, um hann fekk tryggjað sær nóg stóra undirtøku til at vinna valið – og tað helt hann seg hava fingið.

 

Eftir fundin kundi hann staðfesta, at tað hevði hann ikki, og tað tók hann sum um, at flokkurin ikki hevði álit á sær.

 

Hann meldaði seg úr Sambandsflokkinum, men stuðlaði kortini samgonguni, segði hann.

 

Var Johan Dahl skuffaður av Sambandsflokkinum í 2006, so vardi tað ikki so leingi. Tíðin, hann ikki var í Sambandsflokkinum, var bara ein góður mánaður – tí longu í 6. mai í 2006 hevur hann meldað seg inn aftur í flokkin og í tingbólkin hjá Sambandsflokkinum.

 

 

 

Annika Olsen meldaði seg úr Fólkaflokkinum beint eftir valið í 2015 og meldaði seg sum lim í Framsókn, sum eisini valdi hana í fíggjarnevndina, har hon skuldi verða forkvinna. Men eftir tveir dagar umráddi hon seg, og meldaði seg úr aftur Framsókn.

 

Orsøkin til at Annika Olsen meldaði seg úr Fólkaflokkinum var eisini ein formansuppgerð. Hon hevði ætlað sær formansessin, og tað var ikki tikið væl upp í Fólkaflokkinum.

 

– Eg varð illa viðfarin, tá eg valdi at stilla upp sum forkvinna í 2011, og tað var byrjanin til endan hjá mær í Fólkaflokkinum, segði Annika Olsen við Sosialin 11. september í 2015.

 

Hon segði, at tað høvdu verið fleiri innanhýsis ósemjur í flokkinum – helst fleiri, enn fólk vita um.

 

– Eg kann nevna eitt nú hjúnabandslógina, og ta fráboðan, sum Jørgen Niclasen kom við í valstríðnum.

 

– Eg havi boðað frá fleiri ferðir, at eg haldi tað skal standa hvørjum frítt at atkvøða eftir egnu sannføring, tá ið umræður etisk mál. Tað valdi formaðurin so at síggja burtur frá, segði Annika Olsen í samrøðuni við Sosialin 11. september í 2015.

 

Annika Olsen var uttanflokkatingkvinna í nakrar mánaðir, til hon saman við Jørgen Niclasen kallaði til tíðindafund í januar í 2016, har boðað varð frá, at Annika Olsen aftur var limur í Fólkaflokkinum. Tað var tá greitt, at flokkurin ætlaði at stilla hana upp til býráðsvalið seinni sama ár.

 

 

 

Felags fyri báðar rebellarnar er, at tey hava verið í slíkum víggi áður. Tá tey í morgin atkvøða ímóti samgonguni, so er tað vitandi um, at hetta fer at fella samgonguna – uttan so, at Miðflokkurin bluffar og fer at lata sær lynda at sita í einum landsstýri, meðan rættindi verða givin til samkynd.

 

Spurningurin er so, hvussu støðan verður hjá teimum báðum, um val verður skrivað út. Sleppa tey at stilla uppaftur fyri flokk sín?

 

Johan Dahl tykist hava valfelagið í Havn og ungmannafelagið hjá flokkinum aftan fyri seg. Hann hevur eisini fingið stuðulsváttan frá navngivnum sambandsfólkum, sum hava skrivað undir bræv hesum viðvíkjandi.

 

Annika Olsen tykist standa einsamøll í Fólkaflokkinum – tó so hevur formaðurin í ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum í lesarabrævi víst sín stuðul.

 

Málið um samkynd hevur higartil klovið Tjóðveldi, tí at Kartin Hansen meldaði seg úr flokkinum, sum í 2006 atkvøddi fyri grein 266b um, sum varð víðkað til eisini at fevna um »kynsligan samleika«.

 

Hinvegin er tað bara Javnaðarflokkurin, sum hevur tveitt tingfólk úr flokkinum – og tað hevur hann gjørt tvær ferðir, tó at tað ikki var vegna mál um samkynd. Gerhard Lognberg varð tveittur úr Javnaðarflokkinum í 2013 og Kristin Michelsen í 2019.

 

Valið eftir orrustuna við Gerhard Lognberg gekk Javnaðarflokkurin 7,3 prosentstig fram. Tað var í 2015. Valið eftir orrustuna við Kristin Michelsen hevði Javnaðarflokkurin 2,9 prosentstig í afturgongd. Men síðani valið hevur Javnaðarflokkurin havt stóra framgongd í at kalla øllum veljarakanningum. So tað tykist ikki hava nervað flokkin, at hann hevur tveitt tingmenn úr flokkinum, sum ikki vildu tað sama sum flokkurin.

 

Spurningurin er, hvussu álvarsamt Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin meta tað, at Johan Dahl og Annika Olsen ikki virða greinina í samgonguskalinum, sum forðar tingfólki í samgonguni at taka undir við andstøðuuppskotum, sum samgongan ikki er samd um.

 

Men alt snýr seg í morgin um Miðflokkin. Fer hann at offra tað sera stóra valdið hann hevur í samgonguni fyri eitt mál um samkyndar mammur, ella fer hann at ganga frá sínum vallyftum, sínum grundsjónarmiðum og sínum tilverugrundarlag um at forða øllum rættindum til samkynd.

 

Ger hann tað, so verður í øllum førum einki val skrivað út í morgin, tó at tað uttan iva fer at hava avleiðingar fyri samstarvið og arbeiðslagið í samgonguni frameftir.