Teit Jacobsen hevur í kvøld skrivað undir ein 3,5 ára sáttmála danska superligafelagið, Sønderjyske. Talan er um eina sølu frá HB til danska felagið, tí U21 landsliðsspælarin hevði sáttmála við HB. Hann var tó ikki í iva, tá Sønderjyske vísti áhuga.
Les eisini: Teit skift til Sønderjyske
- Eg havi droymt um hetta alt mítt lív. Nú fekk eg møguleikan og tað var ongantíð nakar ivi, um at eg for at svara ja, um tað vóru áhugaðir. Uttan stóra hjálp frá Jákupi í Stórustovu og HB, hevði hetta ikki borið til, sigur Teit Jacobsen, sum í kvøld er ávegis til Sønderjylland.
Les eisini: HB selt Teit Jacobsen
Hóast Teit Jacobsen bara er 18 ára gamal, so kann hann vænta sær sleppa á vøllin í superliguni, um hann klárar seg væl til venjing.
- Sum teir hava fortalt mær í Sønderjyske, so kann eg vænta debut í vár, men sjálvandi má eg eisini vísa meg til venjingar og prógva, at eg eri góður nokk til superliguna, sigur Teit Jacobsen við In.fo í kvøld.
Velur tryggleikan frá
Hann hevur vunnið sær fast pláss á HB liðnum í ár. Tí kundi hann eisini valt tryggleikan í Føroyum og ásannar, at tað verður ein avbjóðing at flyta til Sønderjyske.
- Ja, tað er ikki bara lætt, men eisini ein spennandi avbjóðing, Slett ikki tað, eg havi havt tað øgiliga gott í HB. Nú skal eg standa á egnum beinum, og tað verður hart, men mennandi og spennandi, sigur Teit Jacobsen hugagóður á málinum.
Les eisini: Sønderjyske vil hava Teit
Ungi havnarmaðurin er í kvøld á veg til Sønderjylland, har hann skal til læknakanning í morgin.
- Tað byrjar longu í morgin, har eg skal til lækna kanning og so ein screening test. Aftaná fara vit ein samansjóðingar túr í tríggjar dagar. Mánadagin byrjar so venjingin og tað harða arbeiði, sigur Teit Jacobsen.
Prísurin fyri Teit Jacobsen er ikki upplýstur, men talan er um ein 3,5 ára sáttmála.