John Johannessen
Úr forsætismálaráðnum
Eftir samráðingar í hálvan áttanda tíma eru danir og føroyingar vorðnir samdir um ein leist fyri ríkisrættarligu samráðingarnar.
Samráðingarúrslitið er, at danir og føroyingar aftur skulu sessast við samráðingarborðið í byrjanini av mei mánaði. Tá skulu partarnir hava avklárað faktuella grundarlagið undir grundgevingunum fyri teirri skiftistíð, báðir partar í hvør sínum lagi hava víst á.
Løgmaður segði á tíðindafundinum beint eftir samráðingarnar, at hann roknar við, at tað fer at eydnast at halda eina fólkaatkvøðu um ein ríkisrættarligan sáttmála í heyst. Hetta hevði danski forsætisráðharrin onga viðmerking til, men partarnir hava kortini gjørt av at gera støðuna upp í endanum av juni.
Spælt við opnum kortum
Poul Nyrup Rasmussen varð á tíðindafundinum spurdur um, hvussu tað ber til, at danska stjórnin valdi at melda út eitt ávíst áramál fyri eina skiftistíð.
?Komu vit ikki við einari greiðari útmelding, spældu vit ikki við opnum kortum. Eg haldi, at vit skylda øllum føroyingum, at vit vísa á greiðu støðu okkara undan samráðingunum. Fóru vit undir samráðingarnar uttan at siga, hvat útgangsstøðið frá okkara síðu er, vóru vit ikki rættvísir, staðfestir danski forsætismálaráðharrin.
Spurningurin er so, hvussu tað ber til, at forsætisráðharrin brast bumbuna mitt undir samráðingunum.
Men sambært forsætisráðharranum brast bumban ikki mitt undir samráðingunum.
?Eg gjørdi beinan vegin greitt fyri føroyingunum, hvat okkara útgangsstøði er, men pressan fekk tað ikki at vita, fyrr enn føroyingar vóru kunnaðir. Tað er jú sjálvsagt, vísir forsætisráðharrin á.
Millumlong skiftistíð
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, seg við Sosialin og Føroysku Tíðindastovuna beint eftir tíðindafundin, at hann roknaði við, at tað fór at eydnast at finna fram til eina avtalu um eina skiftistíð, ið liggur millum uppleggið hjá landsstýrinum og uppleggið hjá donsku stjórnini.
?Eg eri eftir hondini so vanur við at samráðast, at eg veit væl, at talan er um taktikk til samráðingar. Endin verður, at vit finna eina loysn, ið liggur ímillum okkara 15 ár og teirra 4 ár.
Ein av búskaparfrøðingum, vit hittu eftir tíðindafundin vísti á, at sum støðan er í Føroyum í løtuni, høvdu vit klárað okkum við einari skiftistíð á umleið fýra ár.