Samráðingarnar millum Føroyar og ES um sínámillum fiskirættindasáttmála fyri 2001 vórðu í Tórshavn 9.-10. oktober 2000. Samráðingarnar endaðu við, at avtala varð gjørd fyri 2001 um veiðurættindi á júst sama støði sum fyri 2000. Allar kvotunøgdir hjá føroyskum skipum í ES og grønlendskum sjógvi eru óbroyttar, og kvotunøgdirnar hjá ES skipum í føroyskum sjógvi eru tær somu.
Tó varð tann broyting gjørd, at ES skip í 2001 ? sum eina roynd ? fáa møguleika at veiða meira av langasporli og stinglaksi burtur av tí samlaðu longu- og blálongukvotuni; heildarkvotan, 3.600 tons, er óbroytt. Hesin møguleikin verður endurskoðaður undir komandi samráðingum næsta ár við atliti at møguleikum hjá føroyskum skipum at fáa rúmari atgongd at fiska tær kvotur, sum verða avtalaðar millum partarnar.
Tann óbroytta avtalan merkir, at føroysk skip eisini í 2001 kunnu fiska ávísa nøgd av makreli burtur av tí føroysku strandarlandakvotuni í ES sjógvi. Hetta var ein stríðsspurningur í samráðingunum fyri 2000, men sum varð loystur eftir 2. samráðingarumfar.
Triðjalond ? serliga Noreg, sum fiska í tí áður umstríddu leiðini á markinum millum Føroyar og Bretland, hava fleiri ferðir heitt á Føroyar og ES um at fáa eina greiða skipan fyri, hvussu fráboðanarreglurnar eru á hesi leiðini. Higartil hava skipini boðað frá til báðar partar og sama veiðunøgd hevur verið tikin burtur av hjá hvørjum.
Nú ein endaliga avtala er gjørd við Bretland um fiskimarkið har á leiðini, er greitt grundarlag hjá Føroyum og ES í fiskirættindahøpi at taka henda spurningin til viðgerðar. Hetta varð gjørt á fundinum í Tórshavn.
Semja er m. a. um,
o at partarnir skulu lata hvørjum øðrum upplýsingar um fiskiloyvi, sum eru latin skipum úr triðjalondum við rættti at fiska í serøkinum,
o at um báðir partar hava givið skipi fiskiloyvi, verður veiðunøgdin roknað helvt um helvt av kvotunum latin frá hvørjum partinum. Hevur bert annar parturin latið fiskiloyvi, verður øll veiðan roknað av kvotunum latin av hesum partinum,
o at skip úr triðjalondum, sum hava fingið loyvi at fiska í serøkinum, skulu vera undir fylgisveinaeftirliti, og partarnir skulu lata hvørjum øðrum hesar upplýsingar,
o at um eitt skip hevur fiskiloyvi frá báðum pørtum, skal hvør parturin útinna eftirlitið (enforce) samsvarandi sínum egnu teknisku reguleringum.
Hjáløgd er talva við yvirliti yvir avtalaðu kvoturnar.
Fiskivinnustovan 11. oktober 2000.
Føroysk rættindi í Rættindi hjá øðrum tjóðum
fremmandum sjógvi (tons) í føroyskum sjógvi (tons)
2000 2001 2000 2001
ES
Toskur og hýsa 500 500
Annar botnfiskur 3.065 26) 3.065 26) 14.860 31) 14.860 31)
Makrelur 4.680 27) 9.600 27) 3.890 4.360
Sild 1.160 28) 1.160 28)
Lodna 10.000 29) 10.000
Brisling, rossam. 9.000 30) 9.000 30)
Hvít.br., nebbasild 18.000 18.000
Svartkjaftur 62.000 62.000 25.000 25.000
Rækjur 1.150 29) 1.150 29)
Tilsamans 109.055 113.975 44.250 44.720
Viðmerkingar :
ES
26) Av hesum: 1.740 tons longa, blálonga og brosma, 400 tons annað (sum hjáveiða), 125 tons hemari, 150 tons svartkalvi við Vesturgrønland, 150 tons svartkalvi við Eysturgrønland, 500 tons kongafiskur við Eysturgrønland
27) Av hesum eru tey 4.360 tonsini av føroysku makrelkvotuni, sum er flutt at kunna verða fiskað í ES sjógvi (ICES øki VIa. Frá 1.oktober til 31. desember kunnu 1.580 tons veiðast eystan fyri 4°W (ICES øki IVa norðan fyri 59°N).
28) 660 tons vestan fyri Skotland og 500 tons í Skagerakk
29) Við Eysturgrønland
30) 2.000 tons av brislingi og 7.000 tons av rossamakreli
31) Av hesum: 2.500 tons upsi, 7.000 tons kongafiskur, 3.600 tons blálonga, longa, langasporl og stinglaksi, 1.000 tons flatfiskur (svartkalvi íroknaður), 760 tons annað. Veiðan av langasporli og stinglaksi kann í mesta lagi verða 1.080 tons av blálongu- og longukvotuni.
Makrelkvoturnar verða endurskoðaðar, tá strandarlondini hava gjørt avtalu um makrelfiskiskapin í 2001.