Hettar er óseriøst av politikarum, og eitt beinleiðis álop á okkara samráðingarrætt. Vit selja okkara arbeiðskraft til arbeiðsgevaran, og treytirnar fyri hesi sølu verða ásettar við samráðingum, sum fara fram hvørja ferð sáttmálin gongur út.
Ein fíggjarlóg skal gerast og samtykkjast á hvørjum ári. Fakfeløgini eru til samráðingar næstan hvørt ár, og har verður aldrin rokna við at fáa ein verri sáttmála enn tann verandi. Tí er tað eyðsýnt, at Fíggjarmálaráðið skal leggja upp fyri lønarhækkan til tey alment settu á hvørjum ári.
At melda út undan samráðingunum, at eingir pengar eru til lønarhækkan er óseriøst, og vísur, at onkrir politikarar hava misskilt samanhangin millum sáttmálasamráðingar og fíggjarlógarsmíð. At hótta við uppsagnum grundaðar á krøv um lønarhækking er eisini óseriøst. Adressan er skeiv á hesum úttalilsi, tí tað eru ikki fakfeløgini sum seta ella koyra fólk. Okkara uppgáva er at samráðast um so góð kor fyri okkara limir, sum yvirhøvur gjørligt. Hesum veit Fíggjarmálaráðið av, og tí, enn einaferð, noyðast tey at leggja upp fyri lønarhækkingum hvørt ár. Hettar tí at keypiorkan minkar um lønin stendur í stað, og alt annað gerst dýrari.
Samgongan hevur arbeitt hart við at royna at bjarga landskassanum og hevur fingið løgtingið at taka undir við sær. Hallið er ov stórt, so sparingar og nýggj avgjøld skulu til fyri at venda gongdini. Hettar er í hvussu so er pástandurin hjá politikarunum. Hesi tiltøk raka okkum øll beinleiðis. Vóru Føroyar dýrar at liva í áðrenn, so verður hvana verri nú. Og tá politikarar so samstundis vænta null-vøkstur í almennu lønunum, so hava vit jú eitt real-lønarfall. Tað góðtaka vit undir ongum umstøðum og fara vit at berjast ímóti av øllum alvi.
Í frágreiðingini til fíggjarlógina síggja vit, at aftaná kreppuna, sum rakti allan heimin í 2008, er nú vend við at koma í. Búskapurin hitnar spakuliga, og samfelagshjólini mala eitt sindur skjótari. Tað viðførur eisini øktar inntøkur. Bæði til einstaklingin og til okkara kæra landskassa.
Eftir rak ár koma feit ár og tað er hetta, ið hendir nú. Um ikki feit enn, so síggjast batar í hvørjum.
Búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson hevur í nýggjastu grein sínari víst á, at ætlanin hjá samgonguni er púra burturvið. Vit nýtast als ikki at óttast hettar hallið í landskassanum, tí tað hvørvur uttan iva av sær sjálvum aftur, tá tíðirnar batna aftur. Vit arbeiða okkum snøgt sagt úr aftur kreppuni. Og tað er júst tað, sum vit fara í gongd við nú.
Ístaðin fyri at leggja dempara á alt samfelagið við øktum avgjøldum og manglandi lønarvøkstri, so átti samgongan heldur at koyrt á, og roynt at fingið ferð aftur á búskapin. Arbeiðandi fjøldin skal frammanundan av við skatt, mvg og avgjøld av øllum handa slag, so landskassin fer ongan veg, og fyllist nokk aftur, uttan at hesi verða hækkað.
Vit í Almenna Fakfelagssamstarvinum vilja hevja okkara rætt til at samráðast við vissu um góð úrslit.
Vit krevja nakað og vit fáa nakað.