Samráðast við Tjóðveldi í dag

Eftir kollsigldu samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn í gjár verður nú roynt av nýggjum

 

Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari.

Í dag er tað gamla samgongan frá 2015-19 sum er á skránni hjá samráðingarleiðaranum Akseli V. Johannesen.

Tað var Framsókn, sum vildi royna Sambandsflokkin fyrst. Men tað var eisini Framsókn, sum vrakaði tann møguleikan – ella sum sagt verður, at tað var ósemja millum Framsókn og Sambandsflokkin um ríkisveitingina, meðan Javnaðarflokkurin lá ímillum og hevði ikki tann trupulleikan.

Tað hevur ljóðað, at tey í Framsókn vildu royna Sambandsflokkin fyrst – fyri ikki at verða skírd at vera ein reyður vinstrasinnaður flokkur. Men tann royndin er so fyribils steðgað.

Tí verður nú farið í holt við Tjóðveldisflokkin í staðin fyri Sambandsflokkin. 

Tað verður ein samgonga við 18 tingfólkum. Tað er eitt fleiri enn í 2019, tí Javnaðarflokkurin nú hevur 9 tingfólk ímóti 8 tá, Framsókn hevur 3 í mun til 2 og Tjóðveldi hevur 6 í mun til 7.

Tað merkir, at javnvágin millum teir tríggjar flokkarnar er broytt. Og tað kann fara at síggjast aftur, tá og um landsstýrissessir skulu býtast millum flokkarnar.

 

 

Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari.