Tað sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú semja varð undirskrivað í gjárkvøldið.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála
Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava gjørt semju um nýggjan tvey ára kollektivan sáttmála.
Semjan er galdandi fyri komandi tvey árini. Tímalønin hækkar 1. mai 2026 við 4,17 krónum og 1. mai 2027 við 5,97 krónum. Harumframt hækkar eftirlønin 1. mai 2027 við 0,5 %.
Ein partur av samlaða lønarkarminum verður nýttur til at gera hækkingar í viðbótunum fyri starvsaldur. Eisini eru broytingar gjørdar í einstøkum sersáttmálum.
Samlaði útreiðslukarmurin er 7,95% yvir tvey ár. Fyrra árið er karmurin 3,95%, og seinna árið er hann 4,00%.
##med3##
Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at samráðingarnar hava verið bæði drúgvar og avbjóðandi.
– Báðir partar hava víst ábyrgd, og hóast samráðingarnar hava verið krevjandi, er tað eydnast at finna eina semju. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit halda hetta vera eina stóra hækking, serliga tá ið hugsað verður um sera lágu inflatiónina seinastu tvey árini. Men hetta var tað, sum skuldi til fyri at fáa eina semju, og vit fegnast um, at vit nú hava útlit til frið á privata arbeiðsmarknaðinum komandi tvey árini, sigur Jón Sigurdsson.
##med2##
Føroya Arbeiðsgevarafelag fer í komandi viku at hava kunningarfund um semjuna fyri limum.












