Tað er einki sum bendir á, at Den Danske Bank ikki vil útseta fyrningarfreistina. Tað sigur Eilif Samuelsen, sum bíðar eftir svari frá Nyrup Rasmussen. Hann væntaði at frætta frá forsætisráðharranum seinnapartin í gjár.
Einki skriv er komið frá Nyrup Rasmussen. Vit hava biðið um samráðingar við donsku stjórnina, og tað gjørdu vit áðrenn valið varð útskrivað í Danmark. Einki í málinum er broytt frá okkara síðu, sigur Eilif Samuelsen.
Samráðast
sum skjótast
Eftir hvat skilst, so er ætlanin at fara undir samráðingar sum skjótast, og at samráðast um alt undir einum, bæði skuldarspurningin og bankamálið.
Nú fáa vit at síggja hvat Nyrup Rasmussen sigur.Tað er ongantíð ov skjótt at fara undir hetta arbeiðið, sigur landsstýrismaðurin sum váttar, at hetta verður gjørt, hóast valstríðið í Føroyum er byrjað. Samráðingarnar mugu ganga sína gond.
Uppleggið frá serfrøðingarbólkinum er klárt, og umboðini fyri flokkarnar í tinginum hava góðtikið tað.
Edmund verður samráðingarleiðari
Hvørt Edmund Joensen skal vera samráðingarleiðari er einki at ivast í. Tað ivamálið er fingið í rættlag, sigur Eilif Samuelsen.
Hvat heldur tú um at føroyingar fara á val uppá loysing ella samband?
Eg haldi ikki at flestu føroyingar eru hugaðir fyri tí, sigur Eilif Samuelsen.
Tað er ógjørligt at fáa minsta vet av innliti í, hvussu uppleggið til samráðingarnar er sett saman. Tá spurt verður um talið 1,5 mia. krónur í endurgjaldi ier rætt, sigur Eilif Samuelsen, at henda upphædd hevur verið nevnd, men at teir ikki bert hava eitt tal at samráðast um. So einfalt er tað ikki.
Enn er ikki avgjørt hvørjir limir verða í sendinevndini sum fer niður at samráðast. Umframt løgmann verða nakrir politikarar og embætisfólk og onkur í serfrøðingarbólkinum, sum hevur verið við til at evna uppleggið til.
Eilif Samuelsen er ikki bangin fyri at samráðingarnar ikki kunnu avgreiðast áðrenn valið í Føroyum.
Uppleggið er so mikið væl úr hondum greitt, at tað ikki nýtist at taka so drúgva tíð. Tó vita vit ikki,hvussu mótparturin tekur ímóti hesum. Tveir partar skulu til at fáa eina semju.
Nyrup er positivur
Vit kenna ikki uppleggið hjá Nyrup Rasmussen, men vit hava varhugan av, at hann gongur inn fyri at fáa eina góða og positiva loysn, sigur Eilif Samuelsen. Landsstýrið hevur gott mót og hevur eisini álit á danska stjórnin ger tað,sum er til frama fyri Føroyar í hesum máli.
Teir hava kortini síni áhugamál at røkja, og skal t.d. taka fyrivarni mótvegis Fólkatinginum, men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur Eilif Samuelsen.