Samrøður við borgarstjórar sum ikki stilla uppaftur

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar, eru samrøður við nakrar borgarstjórar, sum ikki stilla uppaftur á kommunuvalinum hesaferð

 

Tríggir borgarstjórar, sum ikki stilla uppaftur, f.v.: Katrin M. Næs, Poul Jacob Poulsen og Heri Sverrason

Samrøða er við Katrin M. Næs, borgarstjóra í Hvannasunds kommunu, sum sigur, at hon sum miðnámsskúlalærari í mong ár hevur verið bundin at einari tímatalvu tað mesta av sínum lívi, og nú vil hon hava nøkur ár, har hon vil gera tað, hon hevur hug til.

- Eg havi teknað meg til veving í Klaksvík, hóast eg ikki havi fingist við veving áður, sigur Katrin M. Næs.

Samrøða er eisini við Poul Jacob Poulsen, borgarstjóra í Kunoyar kommunu, sum sigur, at avgerðin um ikki at stilla uppaftur hesaferð er tikin, tí tíðin við starvi við síðuna av borgarstjórastarvinum, familju og fýra børnum ikki rættiliga røkkur til.

Tað er tó ikki óvist, sigur Poul Jacob Poulsen, at hann einaferð seinni møguliga fer at venda aftur til kommunalpolitikkin.

Samrøða er eisini við Hera Sverrason, borgarstjóra í Sands kommunu, sum gevst eftir 12 árum í bygdarráðnum.

- Tað, sum eg eri mest glaður fyri, nú valskeiðið nærkast endanum, er tað góða samstarv, sum vit hava havt hesi árini, og tey avrik, vit hava rokkið.

Hann sigur seg vera púrasta avkláraðan við, at hann nú gevst í kommunalpolitikki.  

- Árini eru komin. Eg eri 65 ár, og tað kemur slett ikki upp á tal, at eg taki eitt skeið aftrat í bygdarráðnum, sigur Heri Sverrason í samrøðu við VikuskiftisSosialin.

 

Tríggir borgarstjórar, sum ikki stilla uppaftur, f.v.: Katrin M. Næs, Poul Jacob Poulsen og Heri Sverrason