Landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum hevur kannað møguleikarnar fyri at skipa samstarv ímillum heilsuverkið í Føroyum og í Skotlandi og tað eru skotar sera áhugaðir í Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður hevur nú verið í Skotlandi og kanna møguleikarnar fyri samstarvi millum føroyska og skotska heilsuverkið.
Og tað vóru skotar sera áhugaðir í, fekk hann at vita frá skotska heilsumálaráðharranum, Nicolu Sturgeon.
Landsstýrismaðurin sá eisini bráðmóttøkuna á meginsjúkrahúsinum í Aberdeen, sum hevur eina sera framkomna telemedisinska tænastu. Flogtíðin til Aberdeen er einans helvtina av tíðini at flúgva til Danmarkar, og kann verða avgerandi fyri bráðneyðugari læknahjálp.
Á útbúgvingarøkinum kundu Føroyar eisini haft fyrimunir av samstarvi við heilsuverkið í Skotlandi. Nógv fólk aðrastaðni frá lesa í Skotlandi, og landið útbúgvir fleiri heilsustarvsfólk, enn tey sjálv hava tørv á.
Sum heild er ikki trot á heilsustarvsfólki í Skotlandi, og møguliga kundu heilsustarvsfólk úr Skotlandi haft áhuga at starvast í Føroyum.
Hans Pauli Strøm sigur, at í hesum sambandi ætlanin er at føroyska heilsuverkið í næstum fer at søkja eftir heilsustarvsfólki úr Skotlandi