Samstarva ímóti broytingum

Kanningar hjá vísindafólki hava víst, at tað arktiska økið og tær tropisku oyggjarnar verða fyri teimum størstu broytingunum, sum standast av broytingum í veðurlagnum, og tað hevur fingið fólk í hsum økjunum at finna saman.

Sheila Watt-Clothier, sum er formaður í inuittafelagsskapinum ICC, sigur, at tað er skilagott av fólkinum í økjunum at tosa um tað, sum kann henda. ICC umboðar umleið 155.000 fólk í Kanada, Alaska, Grønlandi og Russlandi, og felagsskapurin hevur havt samband við fólk í oyggjaríkjunum Samoa og Vanuato í Kyrrahavinum og Jamaica í Karibiska Havinum. Í næsta mánað verður ein veðurlagsráðstevna í Buenos Aires, og tá ætlar ICC at seta seg í samband við fleiri onnur tropisk oyggjasamfeløg.

Fyri fjúrtan døgum síðani vísti ein frágreiðing, at veðurlagsbroytingarnar gera mest um seg í tí arktiska økinum, samstundis sum vandin fyri vatnflóð veksur á láglentum oyggjum sum teimum í tí tropiska økinum.

Sheila Watt-Clothier sigur við Reuters, at ICC og myndugleikarnir á teimum tropisku oyggjunum fara at herða trýstið á ídnaðarlondini fyri at fáa tey at avmarka tað dálkandi útlátið, sum elvir til veðurlagsbroytingarnar.