Nú seinnapartin fer ein yvirlýsing at koma frá feløgunum aftanfyri Samtak, sum fara at lýsa sín stuðul til fiski-og útróðrarmenn Georg Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at feløgini í Samtak, sum eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag, hava gjørt av at lýsa sín stuðul til fiski-og útróðrarmenn í stíðnum fyri at varðveita sínar fiskidagar, nú løgtingið við aðru viðgerð í gjár samtykti at skerja fiskidagarnar i øllum veiðibólkum við 20%.
- Yvirlýsingin er ikki endaliga orðað enn, men hetta arbeiði er nú í gongd og verður liðugt nú seinnapartin.
Næstformaðurin sigur, at ein skerjing í fiskidøgum upp á 20% eftir øllum at døma eisini fer at raka limirnar í arbeiðarafeløgunum, sum arbeiða á fiskavirkjum og landingarmiðstøðum.
- Sambært tí, vit hava hoyrt og lisið, kemur skerjingin av merkja, at minni fiskur kemur upp á land, og tað kemur so aftur at merkja, at minni fiskaarbeiði verður til okkara limir, sigur Georg Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Harry Benjaminsen er formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag og hevur áður verið stjórnarlimur í FA. Felagið á Toftum er limur í Føroya Arbeiðarafelag og er soleiðis eisini við í Samtak.
- Eg stúri fyri, at ein skerjing upp á 20% av fiskidøgunum kemur at fáa stóra ávirkan á vinnuvirksemið á Toftum, bæði á sjógvi og landi. Vit hava nógv línuskip, útróðrarbátar og trolbátar. Haraftrat hava vit landingarmiðstøð og fiskamarknað umframt virkir, sum pakka og virka fisk til útflutnings og kassamiðstøð.
Formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag sigur, at felagið tekur fult undir við eini stuðulslýsing.