Samuel og Silas eru á landsliðnum

Silas Eyðsteinsson og Gullbrandur Øregaard eru nýggir á landsliðnum, meðan Samuel J. Chukwudi er aftur eftir drúgvan skaða

Håkan Ericson, føroyskur landsliðsvenjari, hevur úttikið landsliðið til teir komandi landsdystirnar í Baltic Cup. Fyrri dysturin verður móti Estlandi 8. juni, meðan úrslitið er avgerandi fyri um Føroyar møta Lettlandi ella Litava fáar dagar seinni.

 

Nýggir á landsliðnum eru Gullbrandur Øregaard úr Sandnes Ulf og Silas Eyðsteinsson úr B36. Nógvir skaðar gera seg galdandi, men landsliðsvenjarin hevur fingið nakrar við aftur. Teirra millum eru Samuel J. Chukwudi, Patrik Johannesen og Meinhard Egilson Olsen

 

Málverjar:

 

Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Silas Eyðsteinsson, B36

 

Verjuspælarar:

 

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

 

Jann Julin Benjaminsen, B36

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)

 

Bartal Wardum, HB Tórshavn

 

Samuel J. Chukwudi, HB Tórshavn

 

Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Miðvallarar:

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Arnbjørn Svensson, Víkingur

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)

 

Meinhard Egilson Olsen, Mjøndalen (Noreg)

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)

 

Áleyparar:

 

Pætur Petersen, KÍ Klaksvík

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Petur Knudsen, NSÍ Runavík

 

Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

 

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

 

Baltic Cup:

 

Leygardagin 8. juni:

 

Estland - Føroyar

 

Lettland - Litava