Árligi aðalfundurin hjá Samvinnuni var hildin hósdagin 6. oktober uttan fyri Nexus á Copenhagen Business School, ið heldur til á Solbjerg Plads 3 á Frederiksberg.
- Nøkur fólk vóru møtt fyri at hoyra um virksemi hjá Samvinnuni undanfarna ár og um framtíðarætlanir. Samvinnan hevur havt gott samstarv, bæði innanhýsis og út eftir við limirnar og føroyska vinnulívið.
Rúna Mikkelsen, skrivari í Samvinnuni, veit vegna nevndina at siga, at ymisk limatiltøk hava verið, eitt nú mánaðarligi 5’arin, ársveitsla og grilldagur.
- Harumframt hava frøðilig tiltøk verið, eitt nú íverksetaratiltakið, sum kallaðist "Hugflog - skapa títt egna starv". Dialogur hevur eisini verið við ymiskar føroyskar fyritøkur fyri at varpa ljós á tey lesandi á CBS, soleiðis at vit einaferð í framtíðini kunnu verða við til at mynda føroyska vinnulívið.
Rúna Mikkelsen visir á, at Samvinnan í framtíðini ynskir at hava fleiri virkisvitjanir fyri limirnar og tættari samband við onnur norðurlendsk lestrarfeløg.
- Roknskapurin varð lagdur fram, og hann sá nøkulunda út sum undanfarin ár. Stuðul frá føroyska vinnulívinum er komin inn, og útreiðslunar eru farnar til tiltøk fyri limirnar. Á aðalfundinum varð eisini nýggj nevnd vald. 10 fólk stillaðu upp, og øll vórðu vald, leggur skrivarin í Samvinnu aftrat.