Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes høvdu týðandi dyst í niðurflytingarstríðnum í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag.
Sandnes, ið er aftast í deildini við 10 stigum fekk vitjan av Follo, ið undan dystinum í dag var trý stig frammanfyri Sandnes.
Í steðginum stóð væl til, tí tá var Sandnes á odda 19-17. Men tað gekk illa í hond í seinna hálvleiki, og endin var, at Follo vann dystin 37-33.
Pauli bjargaði trimum av 28 málroyndum. Kappingarneytin, Adrian Holgersen Vikra stóð seg betri. Hann bjargaði trimum av 15 málroyndum.
Komandi leygardag spælir Sandnes dyst á útivølli móti Bækkelaget, ið er næstaftast í deildini, eisini við 10 stigum. Tað er av sera stórum týdningi hjá Sandnes at fáa stig í hesum dystinum.











