Sandoy - eitt eldorado hjá sílafiskarum

Tað man vera fáar staðir, at so nógv vøtn eru við sílum sum í Sandoynni.

Hóast Sandoyggin telist millum tær lægstu oyggjarnar í Føroyum, eigur oyggin nógv vøtn, harav Sandsvatn er nógv tað størsta.

 

Millum tey vøtn í Sandoynni, sum liggja nær til veg, eru Hálsavøtnini, tá tú kemur niðan úr Skopun á veg heim á Sand, Gróthúsvatn, sum liggur á vegnum til Søltuvíkar - og síðan Stóravatn og Lítlavatn, ávikavist ávegis til Skarvanesar og Skálavíkar.

 

Uppi millum fjalla eru eisini vøtn, bæði eystan fyri Traðir á Sandi og oman fyri bygdina á Skarvanesi - fyri at nevna nøkur teirra, sum ikki eru sjónlig, tá tú koyrir í bili í bygd ella millum bygda.

 

Felags fyri øll hesi vøtn er, at tey hava síl. Summi eru kend fyri at hava nógv og smærri síl, og onnur eru kend fyri at hava stór og góð síl.

 

Viðhefta mynd er veiðan hjá tveimum monnum á einum av hesum vøtnum við vanligum sílapilki og húki við maðki seinasta leygardag. Øll hesi sílini, sum eru 29 í tali, liggja millum 34 og 44 sentimetrar.

 

Jú, so sanniliga er Sandoyggin eitt eldorado hjá frítíðarfiskimonnum, sum hava møguleikan at stíga út úr bilinum og fiska við eitt av nærmastu vøtnunum - ella at taka gongutúrin til fjals, sum ikki nýtist at vera minni spennandi.