Sandoyar Sýslu Vinnuráð bjóðar til framløgu

Seinsummardagar verða hildnir á Sandi hetta vikuskiftið, og í morgin nýtir Sandoyar Sýslu Vinnuráð høvið at skipa fyri sínum fyrsta almenna tiltaki.

Ráðið var endurstovnað fyri summarfrítíðina eftir at hava ligið í dvala í nøkur ár. Formaður er Thomas Kjærbo, sum rekur fyritøkuna TJK Húsasmíð.

Í morgin, leygardagin, bjóðar ráðið øllum áhugaðum til framløgu hjá Ben Arabo, stjóra í Atlantic Petroleum. Ben Arabo fer at tosa um krøvini til eitt útjaðarasamfelag, sum vil draga fólk og vinnu til sín. Hann hevur skrivað grein í bókini "Exit Føroyar" við sama tema. 

Vinnuráðið ætlar at skipa fyri regluligum tiltøkum fyri limir sínar, og høvi at tekna seg sum lim verður eisini í morgin.

Tiltakið verður á Mørkini Miklu á Sandi klokkan 13.00 í morgin.