Sandoyar Tjóðveldisfelag havt aðalfund

Dagin eftir Fólkatingsvalið 1998, helt Sandoyar Tjóðveldisfelag árliga aðalfundin.

Fitt av fólki var møtt upp til aðalfundin, og er orsøkin helst at finna í øktu undirtøkuni av flokkinum.

Á skránni var lógarfesta dagsskráin við m.a. ársfrágreiðing og nevndarvali.

Bjarki Henriksen, formaður, legði fram ársfrágreiðingina við virkseminum farna árið.

Á vali 1998 vóru Eyðfinn Stórá, Evald Sólvitsson og Lorraine Simonsen, umframt varalimirnir sum skulu veljast á hvørjum ári.

Evald Sólvitsson, og Lorraine Simonsen ynsktu ikki afturval.

Í mun til undanfarin ár, var valið í ár eitt stríðsval.

Eyðfinn Stórá varð afturvaldur, og nývald saman við honum vóru Olga Fossdalsá og Páll á Reynatúgvu. Nevndin skipar seg sjálv.

Sum varalimir vóru valdir Tollak Clementsen og Ragnar Ørvarodd.

Til aðalstjórnina bleiv Bjarki Henriksen valdur. Varamaður hjá honum er Páll á Reynatúgvu.

Umboð til Flokstingið vóru vald Elis Poulsen og Tummas Løkjá. Varaumboð eru Tollak Clementsen og Evald Sólvitsson.

Uppgávur fyri framman hjá felagnum:

Fyrireiking av Løgtingsvalinum, har ætlanin er at fyriskipa einum fundi við umboðum frá politisku flokkunum. Serlig dagsskrá verður til henda fundin.

Nýggir limir kunnu tekna seg hjá einum av nevndarlimunum.