Nú arbeiðið at tillaga ferjulegurnar á Gomlurætt, í Skopun og í Hesti til nýggju Sandoyarferjuna er um at vera liðugt, er greitt, at nýggja Sandoyarferjan ikki kann leggja at teimum.
Skip og ferjuskráar hóska rætt og slætt ikki saman.
Orsøkin er, at Landsverkfrøðingurin, sum hevði ábyrgdina av at tillaga ferjuskráarnar, ikki hevur lagt til merkis, at Sandoyarferjan er eitt sindur ørðvísi enn verandi ferjur í Føroyum.
Agnhaldið ov stórt
Tað sokallaða agnhaldið á Sandoyarferjuni er størri enn agnhaldini á hinum ferjunum í landinum.
Agnhaldið er ein bjálki undir portrinum har afturi á ferjuni, sum skal krøkja skipið fast at ferjuleguni.
Men Landsverkfrøðingurin hevur nú gjørt ferjulegurnar soleiðis, at ein bjálki, sum skal stíva ferjuskráan av, er settur júst á tað staðið á ferjuskráanum, har agnhaldið og ferjuskráin skulu koma saman.
Tí glíðir ferjan bert frá aftur ferjuskráanum, um hon roynir at krøkja seg fasta í hann.
Broyta skipið
Tá farið varð undir at projektera nýggju Sandoyarferjuna varð avtalað, at ferjan skuldi gerast sum ynskiligt var, og síðani skuldu ferjuskráarnir tillagast, um hetta varð neyðugt.
Hetta bleiv síðani neyðugt, men tá hetta arbeiðið so at siga er miseydnað, samráðast Landsverkfrøðingurin og Strandfaraskip Landsins nú um, hvørt tað skal vera ferjan ella skráarnir, ið nú skulu umbyggjast.
Magnus Magnussen, tekniskur leiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at Strandfaraskip Landsins hava havt fund við skipasmiðjuna um at broyta skipið. Og í løtuni verður kannað, hvat hetta fer at kosta.
Men Starndfaraskip Landsins ætla sær ikki at gjalda kostnaðin.
? Tað er myndugleikin, sum hevði ábyrgdina av at gera umstøðurnar á landi, sum hevur borið seg skreivt at, og tí fara vit eisini at krevja, at tað verður hesin myndugleikin, sum rindar kostnaðin av at broyta ferjuna, sigur Magnus Magnussen.
Tað harmar tekniska leiðaran, at tað møguliga skal verða neyðugt at broyta eina spildurnýggja ferju, áðrenn hon hevur siglt fyrsta túrin.
? Hetta er óneyðugt stríð, hóast talan ikki er um nakra stóra umbygging, ið fer at gera ferjuna seinni liðuga enn ætlað, sigur Magnus Magnussen.
Landsverkfrøðingurin rindar einki
Signar Heinesen, sum hjá Landsverkfrøðinginum hevur ábyrgdina av arbeiðinum at gera ferjuskráarnar, sigur, at talan ikki er um nakra stóra villu.
? Tað, sum er hent, er, at tað er gloppið nakað burturímillum hjá báðum pørtum í arbeiðinum. Og tað er ikki óvanligt, tá talan er um slík stór arbeiði, sum verða gjørd í skundi, sigur Signar Heinesen.
Harafturat ger Signar Heinesen greitt, at hann ikki kann ímynda sær, at Landsverkfrøðingurin fer at rinda kostnaðin av at broyta ferjuna, um tað verður hon, ið verður broytt.
Kortini vænta hvørki Strandfaraskip Landsins ella Landsverkfrøðingurin, at tað fer at kosta nógv at broyta ferjuna, ella um tað møguliga verða ferjuskráarnir, ið skulu broytast.
Men tað er tó greitt, at tað kostaði 10 milliónir at tillaga ferjulegurnar soleiðis, at tær kortini ikki kundu brúkast.