Sandoyggin er veik landspolitiskt

- Uppgávan hjá Gerhardi Lognberg við kravi um nøkur oyru til Sandoyartunnil er ótrúliga tung at lyfta, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri. Í lesarabrævi seint í dag sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, at hann ikki á nakran hátt vil leggja seg út í tað klandur, sum í løtuni er í Javnaðarflokkinum.

- Nú fíggjarlógin varð samtykt í skundi undan jólum, kann enn einaferð staðfestast, at ikki eitt oyra fellur av til Sandoyartunnilin. Sjálvsagt smakkar hetta illa í munninum á Gerhardi Lognberg og okkum øllum í Sandoynni, sigur borgarstjórin.

Hann vísir á, at nýggja valskipanin ger, at Sandoyggin stendur ótrúliga veik landspolitiskt - við bert einum umboði.

- Tí er uppgávan hjá Gerhardi Lognberg ótrúliga tung at lyfta, og kann tað tykjast, at hann stendur sera einasamallur við kravi sínum um at fáa nøkur oyru til Sandoyartunnilin. Men soleiðis er tó ikki.

Brandur Sandoy sigur, at 99% av fólkinum í Sandoynni og tey flestu, ið ættað eru av oynni, standa aftanfyri ynskið um, at játtaðar verða nakrar krónur til Sandoyartunnil.

- Tilsamans er hesin flokkur stórur, men hoyrist ikki væl. Tóku vit okkum saman og stillaðu upp til løgtingið, høvdu vit fingið fleiri enn tað eina umboðið, vit hava í dag. Spurningurin er, um tað er hetta, ið skal til fyri, at vit verða hoyrd.

Borgarstjórin á Sandi vísir á, at fyri nøkrum døgum síðani frættist, at Jacob Vestergaard ikki fór at klára at brúka allar pengarnar, ið játtaðir eru til nýtt rannsóknarskip.

- Um vilji er í løgtinginum at hyggja fram um dagin í morgin ella fram um komandi val, eigur tað at bera til at flyta henda pening til Sandoyartunnilin, sigur hann.