Sandoyggin saman við Skúvoy ein kommuna?

Nú verður nógv tosað um kommunusamanlegging, eftir at eitt upprit er komið til løgtingið við tilmæli um hóskandi kommunubyggnað.

Viðvíkjandi kommununum í Sandoyar sýslu hevur oftað verið talan um at leggja saman, síðan sýslan fór sundur í smærri kommunur í 1928 og 1930.
Eg minnist væl í yngri árum, tá sagt varð, hvussu nógv tað hevði at týða, at bygdirnar fingu studning frá løgtinginum til lendingar, men høvuðsendamálið var líka nógv arbeiðsinntøkan við at gera arbeiðið, sum nyttan av útbyggingini, tí henda útbygging var so lítil í vavi hvørja ferð, at tað tók ein mansaldur at fáa eina líkinda lending!
Nógv er broytt síðan tá. Havi í mong ár verið heitur talsmaður fyri at leggja hetta økið í eina kommunu, men frá fleiri síðum hevur verið víst á við spurninginum, hvønn týdning "vit" -okkara kommuna-fáa av hesi samanlegging. T.v.s stuttskygdur politikkur hevur forðað fyri viðgerð av meiri víðgongdari samfelagsmenning, og hesin stuttskygdi politikkur hevur verið grundarlagið undir verandi politiskum meirilutum í kommunustýrunum í oynni alt ov leingi!
Nú er talan um, annahvørt sandoyggin skal vera ein sjálvstøðug kommuna, ella leggjast skal saman við Tórshavnar kommunu.
Fleiri frægir frøðingar hava verið frammi og víst á, at sandoyarøkið er ov lítið at vera ein kommuna, tí fólkataðið er ov lítið, hóast undirlendið er nóg stórt, og serliga verður víst á gongdina viðvíkjandi broytingini í samansetingi av aldurslutfallinum ung arbeiðsfør og eldri, óvirkin á arbeiðsmarknaðinum.
Sjálvur eri eg ikki so vísur í, hvussu nógv støddin á einum øki hevur at týða fyri at klára sína uppgávu sum eitt avmarkað øki við ávísum uppgávum og skyldum, men tað sum nú hendir í okkara oyggj lokalpolitiskt sigur mær greitt, at hetta økið ikki hevur nakran møguleika at standa á egnum beinum! Talan er ikki um fólkatal, heldur ikki um fíggjarliga orku, men stutt og greitt, at hetta samfelag verður so illa handfari politiskt innanhýsis, at tú fær onga samlaða eind, og tí heldur ikki tað mest avgerandi: Eitt samfelag við einari sannførandi sál!
Nú hoyrdi eg í sjónvarpinum í kvøld, at borgarstjórin á Sandi hevur fingið áheitan frá stillarum til seinasta val um ikki at fara úr stjórastarvinum, og her verður heitt á Brand Sandoy um at taka stuðul sín til minnilutan í kommunustýrinum aftur, og antin stuðla Páll, ella vera "uttanveltaður".
Um stillararnir eru so meðvitandi, so undrar tað meg, at teir ikki áður hava átalað Páll í kommunala virki hansara! Ella eru ákærurnar frá Brandi um arbeiðsførslu borgarstjórans ikki rættar???
Havi áður víst á, at Páll fór eins og áður at fáa so nógvar áheitanir, at "samvitskan" forðaði honum at fara frá. Eisini er her talan um rættuliga týðandi fíggjarligar avleiðingar fyri borgarstjóran!
Viðvíkjandi nýggjum ella øðrum borgarstjóra á Sandi, so vísa frásagnirnar, sum eg havi fingið endurgivnar úr Oyggjatýðindi um kommunustýrislimir á Sandi, at ongin er borðbarur!
So er meðni bert eitt at gera: Leggið saman við Havnar kommunu og góðkenni fremmandavald!