Palli Dalsgaard
??????
Í Dimmalætting mikukvøldið 18. mars stendur, at Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur havt aðalfund. Semja var um at samla allar politisku flokkarnar í oynni til at viðgera ætlanir um undirsjóvartunnil. Hetta ljóðar alt sera væl, men tað keðiliga við okkum her í oynni er, at her er bert eitt einasta mál, vit kunnu semjast um, og tað er at vera ósamd um alt. Sjálvandi skal man ikki siga ja og amen til hvat sum helst, og sjálvandi skal ein og hvør hava sín fulla rætt til at hava sína meining um tingini. Men tá ein er komin í eitt bygdarráð, ella hvat fyri felagsskap tað skal vera, so er ein noyddur at verða liðiligur allar vegir og fáa sum frægast burtur úr teim ymisku meiningunum, sum koma fyri dagin. Sandoyggin skuldi fyri langari tíð síðan verið løgd saman við eina kommunu. Men eftir teim meiningum, sum eru uppi í dag, verður hon tað ongantíð sum er nú. Helst verður løgtingið noytt til um nøkur ár at skera ígjøgnum, tá allar Føroyar eru samlaðar í størri kommunur. Tað er ein stórur spurningur, um ikki frægasta loysnin við Sandoynni var at lagt hana saman við Havnini. Sum tað sær út í dag, verða tær samanløgdu kommunurnar so stórar, at Sandoyggin er ov lítil til eina kommunu. Krøvini til kommunurnar verða størri og størri sum frá líður, og tí svarar fólkatalið í Sandoynni ikki til. Áhugavert hevði verið at fingið at vitað, hvat nývaldi borgarstjórin í Havn segði til at fingið Sandoynna upp í Havnina afturat. Eitt eri eg vísur í og tað er, at kom Sandoyggin upp í Havnina, so hevði undirsjóvartunnil verið fyrsta málið, sum hevði verið loyst.