Hin 17. februar í ár fær fyritøkan Gervið, sum húsast á Sandvíkarhjalla í Havn og sum umboðar Iveco-bussar í Føroyum, seks nýggjar bussar heim til Føroya. Tann eini av hesum er ein el-bussur, sum skal koyra fyri Bygdaleiðir í Sandoynni.
Í so máta verður Sandoyggin eitt royndarøki, og tað er partur av nýggja sáttmálanum millum Jákup Fróða Djurhuus og Bygdaleiðir, at ein av bussunum í oynni í eini royndartíð skal verða el-drivin.
Eyðbjørn Johansen, sum starvast hjá Gervi, sigur, at í el-bussinum verður pláss fyri tveimum rullustólum, sum brúka tilsamans fýra sitipláss, umframt 16 øðrum ferðandi.
- Tað er fyritøkan Rošero í Slovakia, sum byggir Iveco-bussin um og tillagar hann til tann tørv og tænastu, sum bussurin skal nøkta. Henda fyritøka hevur servitan í umbyggingum og tillagingum til marknaðin, sigur hann.
Jákup Fróði Djurhuus, sum hevur sáttmála við Bygdaleiðir um koyring í Sandoynni, er spentur til nýggja el-bussin. - Eg havi verið niðri og royndarkoyrt ein el-buss, nú vit fáa hendan heim, og hann er góður at koyra.
Men, tað verður ikki bara ein el-bussur, sum kemur at koyra í Sandoynni í nýggja sáttmálaskeiðnum, sum byrjar tíðliga í summar. - Eg fái eisini ein hybrid-buss av merkinum, Mercedes. So, her koma at koyra bæði el-og hybrid-bussur í oynni um ikki langa tíð, sigur Jákup Fróði Djurhuus.
Í vinnublaðnum, sum er í Sosialinum í dag, er serstakt serblað um alternativa orku og onnur vinnulig viðurskifti - eisini um viðurskifti, sum eru knýtt at vinnudegnum, sum hevur verið seinnapartin í dag.
##med2##