Sandoyingar sleppa ikki av oynni

Sandoyingar, ið arbeiða og ganga í skúla í Havn og aðrastaðni á meginøkinum, mugu í morgun brynja seg við toli, tí tað verða nakrar tímar áðrenn tey sleppa av oynni.

  
Strandfaraskip Landsins boðar nevniliga í morgun frá, at Teistin fyribils ikki siglir vegna veður. Í løtuni liggur Teistin á Gomlurætt, meðan bíða verður eftir betri umstøðum


Sambært Strandferðsluni, so verður ein nýggj roynd gjørd aftur klokkan 09.45.