Sandsbreyðini smakka serliga væl í Havn

- Tað er so javnan at fólk keypa eitt breyð til okkurt skyldfólk í Havnini. Tey dáma sjálvandi væl breyðini í Havn, men siga kortini: "Einki er sum breyðið frá Anfinni!", sigur hesin sami Anfinnur, við eftirnavninum í Soylu, bakari á Sandi.

Bakarí

Sandur: Tað er ikki nøkur serlig skelting, sum boðar frá at her, mitt í bygdini er eitt bakarí.
Tú skalt kortini ikki hava verið á hesum økinum í nógv sekund, fyrrenn tann deiligi angin av onkrum nýbakaðum rakar nasar tínar.
Her, á tí opna plássinum beint við kirkjuna á Sandi, heldur nevniliga einasti bakarin í oynni til, og her liggur somuleiðis einasta bakarí'ið í oynni.
Tað er ikki eitt av teimum stóru bakarí'unum, sum ein kennir tað aðrastaðni frá og har ein eisini fær hópin av bakaravørum og kondittaravørum.
Hetta bakaríið á Sandi hevur hinvegin so nógv annað: So skjótt tú kemur innar í sølubúðina merkir tú ta stóru umsorganina, tey hava fyri hvørjum einasta kunda. Her kennir tú teg vælkomnan frá fyrstu løtu - eisini um tú ert fremmandur í oynni.
Sølubúðin er heldur ikki stór. Pláss er ikki fyri nógvum fólkum inni samstundis, men tað ger so aftur hinvegin, at tænastan móti hvørjum einstøkum kunda verður tað betri.
Eru bakaríið og sølubúðin ikki stór, so er kortini eftirspurningurin eftir breyðunum hjá Anfinni stórur. Hvønn einasta dag bakar hann í hundraðtali av breyðum, sum verða seld sandoyingum og skúvoyingum.
Ikki bert sandoyingum dáma hetta breyðið. Eisini fólki norðanfjørðs dáma sera væl hesi breyðini av Sandi.
- Eg hoyri javnan frá fólki, at tá tey fara til Havnar at vitja skyldfólk, so koma tey ofta framvið hjá mær fyri at taka eitt sandsbreyð við til Havnar.
- Jú, sandoyingum dáma væl míni breyð. Eg hoyri tey siga: "Einki er sum breyðini frá Anfinni". Tað er góð reklama, sigur ein brosandi Anfinnur í Soylu.

Nýbakað
Tað er eingin ivi um, at sandingar, sandoyingar og skúvoyingar eru hepnir at eiga ein bakara í teirra øki.
Alt gott um tað at fáa breyð og bakaravørur frá bakarum aðrastaðni frá.
Men einki er kortini sum tað, at tú kanst fara inn til tín egna bakara og keypa breyð, køkur og morgunbreyð frá sama manni, sum hevur staðið fyri bakingini.
Henda frammíhjárættin hevur fólkið á Sandoynni havt í samfull 34 ár, og líkt er til, at teimum framvegis dáma væl tær vørurnar, sum Anfinnur letur av hondum.
Hvønn einasta dag bakar hann eini 100 rugbreyð, 100 fransbreyð og fleiri morgunbreyð og aðrar bakaravørur.
Her kann ein so fara hvønn dag og fáa nýggj breyð og nýggja kaku. Hann hevur kortini ikki vanligar vørur til húsarhaldið, men hevur nakað av góðgæti aftrat til sølu.

Í 34 ár
Tað var longu fyri meiri enn 40 árum síðani at Anfinnur fór í læru sum bakari. Hetta gjørdi hann hjá Conradi Skaale í Havn.
Hann var hjá hesum bakaranum í samfull sjey ár, áðrenn hann avgjørdi at fara suður aftur til heimbygdina við eini ætlan í hyggju: At byrja fyri seg sjálvan sum bakari.
- Her var eingin annar bakari tá, og her hevur heldur ikki verið nakað annað bakarí enn mítt, sigur Anfinnur.
At hann valdi at fara aftur til Sandoynna at arbeiða komst fyrst og fremst av, at hann var ættaður higani, og hevði eisini hug at royna, um tað ikki bar til at hava eitt bakarí opið á hesi oynni.
Og tíðin hevur so sanniliga prógvað, at tað bar til: Bakaríið á Sandi, sum tað eitur, hevur nevniliga verið opið í øll hesi 34 árini.
- Hetta hava verið 34 góð ár, sigur Anfinnur.