Á Sandsvatni, Leynavatni o.ø.

Jørleif Kúrberg
sílaveiðifiskari m.a.

Snøggur faldari frá Ferðaráðnum um fiskimøguleikar í Føroyum.
Ferðaráð Føroya gevur út faldara, har bæði fremmandafólk og føroyingar kunnu leita sær kunnleika um fiskimøguleikarnar kring um í Føroyum.
Faldarin er sjálvandi mest ætlaður fremmandi fólki, men einki at ivast í, at onkur »innføddur« eisini fær hug at royna okkurt av tí, ið nomið verður við í faldaranum. Eg var t.d. fyrstu ferð á Ryskivatni í Suðuroy í fjør. Ein sonn perla og løtt at koma til!
Í faldaranum
fær ein at vita:
?Hvar møguleikar eru at fiska.
?Hvørji fiskasløg fáast ymsu støðini.
?Hvørjar flugur ella blinkar/spinnarar o.s.fr. kunnu nýtast.

Upplýsingarnar um, hvar til ber at vassa og ikki, eru eisni hentar.
Flestu av føroysku vøtnunum eru ikki størri enn so, at skjótt er at finna útav, hvar á vøtnunum møguleikarnir eru bestir, men hetta kundi staðið í faldaranum.
Eitt er, sum fremmandamaðurin uttan iva leggur til merkis, og tað er, at ongastaðni ber til at leiga sær bát. Havi tosað við eiðismenn, heimasandsmenn o.a. Jú, hugskotið er frálíkt, men einki hendir. Ein vágamaður, ið fær sær fatur á fýra-fimm smáum bátum, leigar teir út fyri 100 kr um dagin, hann kemur at vinna pening.
Hatta seinasta var nú eitt persónligt hjartasuff og hevur einki við faldaran hjá Ferðaráðnum at gera.
Samanumtikið kann sigast, at faldarin er góð hjálp hjá stuttleikafiskarum í Føroyum, - serliga hjá fremmandafólki sjálvandi.