Tá ið finski tungmálsbólkurin Barren Earth manglaði sangara, sendu teir boð eftir Jón Aldará av Norðoyri, sum annars er kendur sum sangari í føroyska bólkinum Hamferð.
Hetta árið hevur Jón Aldará so verið partur av Barren Earth, og í summar hava teir verið í studio og gjørt upptøkur til nýggja útgávu.
- Vit vórðu lidnir við útgávuna síðst í juli, og fløgan er við at vera liðugt ljóðblandað. Nú skulu vit avgera, hvat plátufelag skal geva fløguna út, sigur Jón Aldará.
Barren Earth hevur brúkt hesa seinastu tíðina til nýggju fløguna, og soleiðis verður eisini frameftir restina av hesum árinum.
Teir hava tó tvær konsertir í Finlandi á skránni, men fara ivaleyst at spæla meira aftur, tá ið nýggja útgávan er komin á marknaðin.
Roknað verður við, at nýggja fløgan hjá Barren Earth kemur út stutt eftir ársskiftið.