Sangkapping góða undirtøku

Fyrsta undanumfarið av singer/songwriter kappingini verður á Kafe Kaspar í kvøld kl. 22.

Hetta er sættu ferð, at kaféin á niðastu hædd á Hotel Hafnia skipar fyri singer/songwriter kapping. Í ár eru tey heili 20 fólk, sum fara at kappast.

 

Ætlanin er at hava trý undanumfør, 2., 9. og 16. apríl, men um undirtøkan verður størri, verður væntanði eitt fjórða undanumfar fríggjakvøldið 15. apríl. Finalan verður leygarkvøldið 30. apríl.

 

Tað verða tríggir dómarar til kappingina við umboðum frá Tutl, G! Festivalinum og Tonleikur.fo.

 

? Orsøkin til so góða undirtøku í ár er ívaleyst, at vinningarnir er góðir. Vinnarin sleppur í studio at taka upp og ljóðblanda eitt lag saman við tøkningi. Harumframt hevur Kafe Kasper fingið í lag samstarv við G! festivalin, ið bjóðar ein ella fleiri av luttakarunum á pall á ársins festivali í Gøtu. Eisini er avtala gjørd við Copenhagen singer-songwriter Festival 2011, har vinnarin sleppur at luttaka, sigur Peter Hentze á Hotel Hafnia.

 

Tey sum ikki leita sær á Kafe Kaspar hesi kvøldini, hava møguleikan at fylgja við singer/songwriter kappingunum á www.hafnia.fo

 

Luttakarnar í kvølð eru Herborg Hansen, Roysningarnar, Jákup Eli Joensen, Flóvin Viderø og Tummas Larsen.

 

Sum nakað nýtt er møguligt er hjá áhoyrarunum at gera sína ávirkan á úrslitið við at senda sms á 1919 við tekstinum.

 

Kaspar 1 fyri at atkvøða á Herborg Hansen

Kaspar 2 Fyri at atkvøða á Roysningarnir

kaspar 3 Fyri at atkvøða á Jákup Eli Joensen

Kaspar 4 Fyri at atkvøða á Flóvin Viderø Kaspar 5 Fyri at atkvøða á Tummas Larsen

 

Sms?ini telja 25 prosent av atkvøðunum, og hvørt sms kostar 10 krónur pluss vanligan sms takst. Tað verður trekt lut millum øll sms?ini um eitt gávukort á virði 1000 krónur at brúka á Kafe Kaspar ella Hotel Hafnia.