Aftur í ár verður skipað fyri eini sang- og bíbliuferð við Norrønu. Tey tvey undanfarnu árini hava ferðirnar verið til Ástjørn og Akureyri í Íslandi. Í ár verður farið til Hirtshals. Á ferðini niður og heim verða fleiri sangløtur, har harmonikulið undir leiðslu av Dia Hvannastein kemur at spæla til kristiliga felagssangin umborð á Norrønu. Hetta eru spælarar, sum eru kendir á kristiligum sangfundum kring landið. Eisini verða bíbliutímar meðan siglt verður.
Farið verður av Havnini hóskvøldið 2. mai, og komið verður til Hirtshals leygarmorgunin 4. mai. Farið verður úr Hirtshals seinnapartin, og komið aftur á Havnina mánamorgun 6. mai. Í Hirtshals verður vitjað á Malta, har harmonikuliðið kemur at hava eina føroyska sangløtu. Føroyskar plakatir verða settar upp ymsastaðni í Hirtshals, tí føroyingar í býnum verða bodnir við til sangløtuna á Malta. Eftir sangløtuna verður bjóðað til drekka, og tá liðugt er á Malta er høvið at fara túr í gongugøtuna. Martin Dam Joensen og Poul Jóhan Djurhuus verða ferðaleiðarar.