Sanna Vang

12. mars 1916 - 23. oktober 2003

Góða omma. Tað er eitt sindur løgið, nú tú ikki ert millum okkum meira. Tú, sum altíð hevur staðið klár at taka ímóti okkum, tá leiðin skuldi leggjast inn í Eysturoynna. Sum smádreingir mundu tað kanska einamest vera bollarnir hjá ommu, sum drógu inneftir, tí teir vóru so avgjørt nakað fyri seg. Og ikki at tosa um umstøðurnar heima í køkinum, har bollarnir vórðu etnir. Kanska vóru tað eisini tær, sum góvu besta smakkin. Hugnaligt, deiligt og heimligt. Og ikki minst við tí kærleika, sum bara ein omma kann geva.

Tí at kærleikin frá tær var stórur, kann eingin vera í iva um. Sjálvt um tú ikki altíð mundi vera so samd í øllum tí, sum vit tókust við, so var hetta tó ongan tíð nakað, sum fekk teg at taka tey hørðu orðini fram. Góð ráð og vælmeintar rættleiðingar, sjálvandi, men tað var so eisini tað. Tú lat okkum altíð vera teir smádreingirnar, sum vit jú eisini vóru. Tað var markleysur kærleiki, og hendan dugdi tú eisini at sýna øllum okkum ommubørnunum.

Og tað var ikki bert sum smádreingir, at vit upplivdu hendan kærleika. Eisini nú í vaksnamannalívinum hevur tú fylgt okkum. Vitjanirnar hava kanska ikki altíð verið eins títtar, og nú seinastu tíðina mundi tú vera meira í Havn enn vit á Glyvrum, men tað kundi vera tær tað sama. Tú royndi framvegis á sama hátt at leiða okkum fram í lívinum, og líkamikið nær seinasta vitjanin hevði verið, so vart tú framvegis eins væl kunnað um tað, sum vit nú einaferð tókust við.

Kanska var hetta umhugsni og hesin áhugin sprottin úr lívinum sum sjómanskvinna, ið tú sum so mangar aðrar var tey nógvu árini. Eitt lív, sum fyri tað nógva mundi binda teg at heiminum, men sum tó ikki forðaði fyri, at tú kundi fáa nógv á skaftið. Sjómansheimið, Missiónshúsið og Ellisheimið munnu vera sjónligastu prógvini um hetta, og at tú var avhildin av mongum, var stóra fylgi sunnudagin eisini livandi prógv um. Longu fyri 23 árum síðani bleivst tú einkja, men hóast hetta var ein dyggur stoytur, so latst tú teg ikki merkja av hesum. Í øllum førum ikki mótvegis okkum. Tú hevði jú eisini títt álit á Harran og hansara gerðir, og tó at tað kanska ikki altíð er eins lætt at fylgja, so tóktist tað, sum hevði tú bara góðtikið, at soleiðis skuldi tað nú einaferð verða.

Sjálv untist tær so nógv góð ár afturat, og sjálvt um mjødnin argaði nakað leingi, og hóast aðrir lutir eisini vóru farnir at bila, so rakti hetta ongantíð títt ljósa sinni. Langommubørnini fekst tú so eisini loksins fimm av, hóast hetta mátti bíða nakað leingi. Og heldur ikki tey vóru forsmádd fyri tínum gávuríku hondum. Ofta mundi tú taka til, at nú var seinasta plaggið bundið, men onkursvegna kom so altíð okkurt afturat. Tað eru ikki meira enn tríggir mánaðir síðani, at Magni fekk føroysk klæði frá langommuni. Kanska varð meira tíð enn vant nýtt til hesa, men tað sýnir í øllum førum, at tú vildi alt tað, sum stóð í tíni makt, til tess at gleða tíni nærmastu. Og tað gjørdi tú ofta.

Framyvir verður tað tó bert talan um minnir í so máta. Góð minni, sum eingin okkara fer at sleppa soleiðis uttan víðari. Tí sjálvt um tær ikki dámdi at gera nakran háva burturúr tær sjálvari, so hevur tú í mangar mátar verið ein fyrimynd fyri okkum. Ein fyrimynd, sum vit altíð framyvir kunnu líta á, um ivamál taka seg upp á lívsleiðini. Sum altíð vil minna okkum á, at vit eiga at handla eftir samvitsku okkara, soleiðis at vit eisini eru klár at taka dystin við tær mótstøður, sum altíð vilja koma.

Og at tú var til reiðar, nú seinasti dysturin stóð fyri framman, mundi eingin ivi vera um. Tú visti av, at tín tíð var komin, og tú visti eisini av, at tú einki hevði at óttast, nú Harrin stóð til reiðar at taka teg til sín. Sjálv hevði tú eisini gjørt av, hvørji orð skuldu nýtast til jarðarferðina, og við teimum siga vit tær farvæl. Farvæl góða omma, og takk fyri alt tað, sum tú hevur verið fyri okkum.

Martin og Jákup

Harrin skal sjálvur ganga undan tær;
hann vil vera við tær
og ikki sleppa tær ella geva teg yvir;
tí skalt tú ikki óttast
og ikki vera ræddur
5. Mós. 31,8