Sannetrina 90 ár

Nú sunnudagin verður Sannetrina Jensen úr Sørvági 90 ár.

Hon er ættað úr Skopun, foreldrini vóru Elsupu og Wenningsted Hansen. Sannetrina er elst av seks systkjum, tveir brøður og fýra systrar. Systrarnar giftust allar til Sørvágs. Eftir á lívi eru bara Sannetrina og næstyngsta systurin Jensia.


Sannetrina giftist við Andriasi Jensen úr Mykinesi, nevndur Andrias á Túvala. Hann var sonur Ragnhild og Andrias Jensen á Túvala. Sannetrina og Andrias fingu seks børn. Tey eru Jonna, Pauli, Ragnhild (Gugga), Wenningsted, Elian og Zakaria. Tey búsettust øll í Sørvági uttan Ragnhild, ið giftist til Skopunar. Ommubørnini eru 18 í tali, herav 17 eru á lívi, og tað eru eisini komin ein hópur av langommubørnum.


Sannetrina og Andrias hittust undir krígnum í Havn, tá ið hann gekk á sjómansskúla. Hon tænti í Perluni, sum var ein matstova á Bryggjubakka. Her komu nógvir sjómansskúlanæmingar, og okkurt mundi spyrjast burtur úr!


Tey giftust í 1945, og allar systrarnar komu so hvør eftir aðra til Sørvágs. Tann næsta kom at passa Sannetrinu upp við hennara fyrsta barni, og soleiðis gekk tað, til allar vóru komnar.

Tað eydnaðist teimum báðum at hava diamantbrúdleyp, áðrenn Andrias andaðist í 2006 eftir stutta sjúkralegu, 88 ára gamal. Hann hevði verið sera raskur, inntil stutta tíð, áðrenn hann doyði.


Ætlanin var, at tey skuldu búgva í Mykinesi, og tey fluttu út hagar eftir, at tey vóru gift. Men Andrias var sjómaður, og Sannetrina treivst ikki serliga væl í Mykinesi. Tað var ikki hugaligt at vera einsamøll stóran part av tíðini við børnum í einum so fjarskotnum plássi sum Mykines. Nógv jørð var at umsita í Sørvági, og hetta hevði nógv at siga tá á døgum. Tískil valdu tey at búsetast í Sørvági.


Andrias var fiskimaður alla sína tíð, til hann kom til skaða 59 ára gamal, og tá gavst hann við sjólívinum. Hann sigldi eisini undir krígnum, og kravdi hetta eisini sín mann. Hetta kundi eisini vera hart fyri tey, sum heima sótu.

Sannetrina búleikaðist øll árini heima við sínum seks børnum. Afturat tí passaði hon neyt og alt tað, ið har hoyrir til. Sum fiskimannakona var tað eisini hon, sum mátti hava dagligu ábyrgdina av húsarhaldinum, og tað ábyrgdina livdi hon eisini upp til.


Nú Sannetrina fyllir 90 ár, er hon líka lívsglað sum altíð. Altíð hevur hon verið røsk, eisini at binda, og tað er ikki smáting hon hevur bundið uppá børn og ommubørn gjøgnum árini, og røsk er hon framvegis.

Hon er sera virkin pensjonistur, og hon er við í pensjonistafelagnum og tilhaldinum har vesturi, og hon ferðast eisini við pensjonistunum, tá høvi bíðst. Framvegis er hon eisini við, har avgerðirnar skulu takast, og hetta noyðast hennara sera tilkomnu børn at lata sær lynda. Tað má vera stuttligt at gerast so gamal, tá ein er so væl fyri.


Aftaná kl 19 føðingardagin er hon at hitta hjá dótrini á Túgvu 1 í Havn.


Ynskt verður Sannetrinu hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum.

ó