Sannførandi avrik av Kyndil

Viðhaldsfólkini hjá Kyndil fingu sunnudagin tað, ið tey leingi hava longst eftir, nevnliga ein sigur til mansliðið, har tað samstundis eydnaðist teimum grønu at fáa glið á álopsspælið hjá sær

Hondbóltur

Kyndil skuldi sunnudagin reisa seg eftir ósigurin fyri hoyvíkingum undanfarna vikuskifti. Kollfirðingar vóru komnir til Havnar á vitjan, og síðst hesi bæði liðini hittust, gjørdist talan um málríkasta dystin í hesum kappingarárinum, tá ið kyndilsmenn vunnu 42-40. Dysturin sunnudagin gjørdist eisini málríkur, um ikki eins málríkur sum seinast.

Kyndil byrjaði betur
Tað sást á øllum brøgdum, at kyndilsmenn vóru rættuliga uppsettir upp á at vinna dystin móti kollfirðingum. Menn vóru tendraðir frá fyrsta bríksli, og heimaliðið fekk eisini bestu byrjanina. Longu tá ið 10 minuttir vóru leiktir, hevði Kyndil lagt seg á odda við trimum málum, men stutt eftir kom stígur í hjá teimum grønu, og samstundis fekk KÍF betur skil á sítt spæl. Hetta gjørdi, at hóast Kyndil var á odda við trimum málum 9-6, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, so gingu tað einans fýra minuttir, so høvdu kollfirðingar lagt seg á odda 10-9 við fýra málum á rað. Heimaliðið fekk tó svarað aftur, soleiðis at tá ið farið var til hálvleiks, vóru tað kyndilsmenn, ið vóru á odda við tí eina málinum 14-13.

Nógvir mans um boðið
Í byrjanini av seinna hálvleiki høvdu kollfirðingar stórar trupulleikar av at sleppa fram við verjuni hjá Kyndil, og tá ið tað endiliga eydnaðist stóð Jóhan Danielsen í kyndlamálinum sum ein brandur. Í hinum endanum koyrdi álopsspælið hjá Kyndil væl, og allir mans hildu seg til at skjóta mál.3
Serliga væl upplagdur tóktist tó Ken Zachariasen á høgra bakki at verða, og hann gjørdist eisini toppskjútt hjá Kyndil við átta málum í dystinum. Tað er tó eisini vert at leggja til merkis, at ikki færri enn sjey av leikarunum hjá Kyndil skutu fýra mál ella fleiri, og tað skuldi borið prógv um eina ávísa breidd á liðnum.
Við stinnu verjuni og flótandi álopsspælinum eydnaðist tað heimaliðnum at leggja sjógv millum seg og KÍF, og tá ið komið var til miðjan seinna hálvleik, hevði Kyndil lagt seg á odda við seks málum, og dysturin var fyri so vítt avgjørdur. KÍF vildi tó ikki geva skarvin yvir, og teir stríddust manniliga. og onkuntíð eydnaðist tað kollfirðingum at minka um munin niður í fýra mál, men nærri enn tað kom KÍF ongantíð.

Lagt er upp til eitt brak av eini lokaluppgerð
Komandi sunnudagin skal Kyndil so av álvara standa sína roynd, tá ið teir skulu leika lokaluppgerð móti grannunum úr Neistanum. Liðini bæði liggja ájavnt í stigum á fremsta plássi í bestu mansdeildini, men Neistin hevur fýra mál betur í málmuninum og liggur tískil ovast á talvuni.
Skal Kyndil gera nakað við Neistan, so er neyðugt hjá teimum at spæla upp til sítt allarbesta, tí neistamenn vóru ógvuliga sannførandi í oddabrakinum í Vestmanna sunnudagin, tá ið teir vunnu ein greiðan sigur á vestmenningum. Í fyrra dystinum millum Kyndil og Neistan í endaspælinum vóru tað neistamenn, ið runnu kyndilsmenn um koll og vunnu ein sera tryggan sigur upp á heili tíggju mál. Vinnarin av dystinum komandi sunnudag hevur sjálvsagt bestu kortini á hondini til at gerast meistari undan seinasta leikumfari, har Neistin skal vitja hoyvíkingar, meðan Kyndil fær vitjan av VÍF. Vinnur Kyndil dystin móti Neistanum, samstundis sum VÍF vinnur á StÍF, merkir tað, at vestmenningar kunnu gerast meistarar við at vinna á Kyndli í Havn á seinasta leikdegi 3. apríl.

Dysturin í tølum
Kyndil-KÍF 36-30 (14-13)
Málskjúttar
Kyndil: Ken Zachariasen 8, Josef Abrahamsen 6(1), Hans Áki Dal-Christiansen 6(1), Høgni Klein 4, Janus Einar Sørensen 4, Jónleif Sólsker 4, Jacob Jónsson 4
KÍF: Petur Martin Poulsen 8, Damir Oros 7(1), Mirko Milinkovic 6, Gert Hansen 4, Regin Petersen 4, Rógvi Weihe 1

Brotskøst: Kyndil 3(2), KÍF 1(1)
Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 6 (Rógvi Weihe 3x2 minuttir)

Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Høgni M. Joensen