Ísland vann ein sannførandi 38-30 sigur á Russlandi. Í steðginum vóru íslendingar frammanfyri 19-10. Longu tíðliga í dystinum førdu íslendingar við átta málum, og tann munurin helt sær dystin út. Íslendingar vóru gjøgnumgangandi betri.
Ì seinna hálvleiki sluppu fleiri av eykamonnunum hjá Íslandi at royna seg, og teir gjørdu sær ikki fyri skommum. Onkra løtuna var munurin heili 11 mál. Ólafur Stefánsson og aðrir profilar sluppu at hvíla seg, áðrenn ta stóru uppgávuna ímóti norðmonnum hósdagin. Ungu mennirnir settu fleiri góð mál inn, og staðfestu, at Ísland er eisini eitt lið, sum roknast kann við í komandi tíðum.
Íslendsku málskjúttarnir : Snorri Steinn Guðjónsson 7, Alexander Petersson 7, Sturla Ásgeirsson 5, Ásgeir Örn Hallgrímsson 3, Ólafur Stefánsson 3, Róbert Gunnarsson 3, Vignir Svavarsson 3, Arnór Atlason 2, Aron Pálmarsson 2, Guðjón Valur Sigurðsson 2, Ólafur Guðmundsson 1.
Russisku málskjúttarnir: Mikhail Chipurin 7, Samvel Aslanjan 5, Vasili Filippov 5, Andrei Starikh 3, Sergei Predibajlov 3, Alexei Rastvortsev 2, Alexei Kainarov 2, Alexander Cernoivanov 1, Alexei Kamanin 1, Dmitri Kovalev 1.