Sanniliga lív aftur í ólavsøkuklassikaranum

Hóast vestmenningar vóru nógv skerdir, so vunnu teir kortini á Kyndli ólavsøkuaftan

Undan ólavsøkudystinum millum Kyndil og VÍF, varð boðað frá fráreikaranum av dystinum, at ætlanin var at blása lív aftur í gamla klassikaran millum havnarmenn og vestmenningar. Eftir ein sera spennandi og tættan dyst kundu mongu áskoðararnir í høllini á Nabb ólavsøkuaftan fegnast um, at forfallni ólavsøkudysturin millum VÍF og Kyndil avgjørt er við at lívna upp aftur.

Liðini fylgdust allan dystin, og tá vanliga leiktíðin var farin, stóð á jøvnum 23-23, og neyðugt varð longdari spælitíð. Her gjørdust vestmenningar teir drúgvaru, og vunnu dystin 29-27.

Uttan Inga og Áka
VÍF hevði ikki sterkastu manning til dystin. Stórskjúttin, Áki Olsen, var ikki við, og bróðurin Ingi er eisini skaddur, men var kortini við í tveimum avgerandi málum í seinna hálvleiki av eykatíðini. Umframt Inga og Áka, so manglaði VÍF, leikarar sum Johnny Joensen, Áki G. Olsen og Daniel Rapa.

Hóast at fleiri av profilunum á VÍF-liðnum ikki vóru við, so megnaðu hinir leikararnir at bíta frá sær, og tað sigur avgjørt nakað um styrkina og breiddina á VÍF-liðnum.

Kyndil hevði allar sínar leikarar við, og í mun til í fjør, er liðið væl betri mannað. Jakob Jónsson er nýggjur leikandi venjari, og við honum eru komnir Finnur Hansson úr H71 og Hans Áki D. Christiansen úr Neistanum.

Bjarni Wardum, sum var á liðnum hjá hoyvíkingum seinasta vetur, var eisini at síggja Kyndla-liðnum á ólavsøku, men enn er ógreitt um at hann verður at spæla við Kyndli í vetur.

Eftir ein vána kappingarárið hjá Kyndli í fjør, fer liðið ivaleyst í ár, aftur at gera ein vørr, og liggja heilt frammi í oddinum í landskappingini.

Tættur dystur
VÍF byrjaði dystin betri, og var 1-2 mál frammanfyri allan fyrra hálvleik. Liðini fylgdust, og tá farið var til hálvleiks, var 12-10 til VÍF. VÍF legði hart út í seinna hálvleiki, og økti um leiðsluna, so munurin gjørdist eini 3-4 mál. Eftir at Kyndil fór at mansverja Sámal Joensen, gjørdist dysturin javnari og miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Kyndil uppá javnt.

Liðini fylgdust tað, ið eftir var av dystinum, og neyðugt varð við longdari leiktíð. Her gjørdust VÍF teir drúgvaru, og vestmenningar kundu fegnast um, at bæði VÍF og kappróðrarbáturinVestmenningur vunnu á ólavsøku.

Nógvir áskoðarar
Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær niðan í høllina á hálsi ólavsøkuaftan. Stóra áskoðarafjøldin gjørdi eisini sítt til, at stemningurin var heilt í topp allan dystin. Høllin var fullsett, og áskoðaratalið mundi liggja um 700 fólk.