Ósannindi um niðurskurð í fiskidøgum

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Johan Dahl førir fram, at eingin í vinnuni fer at merkja stóra niðurskurðin í fiskidøgum, tí nógv luft er í skipanini orsaka av óbrúktum døgum.

Tað sama førdi Torbjørn Jacobsen fram, tá hann á sinni legði uppskot fyri Tingið, um at skerja fiskidagarnir við 50 prosentum.
Tað hevur týdning at fáa fram, at bæði Dahl og Tobbi bera fram ósannindi. Tí tað eru júst tey fáu, sum framvegis eru í vinnu, ið verða harðast rakt, tá dagarnir verða skornir.
Útróðrarbátar og skip, hava síðan 1996, tá Fiskidagaskipanin kom, mist yvir 40 % av fiskidøgunum. Tí hevur verið neyðugt at keypa fiskidagar. Hóast tað, er dagatalið hjá teimum flestu ov lágt til lønandi rakstur.
Teimum sum eru í vinnu hjálpa óbrúktu dagarnir lítið, tí teir eru lutaðir á einstøk skip. Óbrúktir dagar kunnu vera í einum bólki, sjálvt um fleiri skip og bátar í sama bólki hava brúkt sínar dagar. Tá eru einastu ráðini at keypa. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí før, ið ikki hava brúkt 60 prosent av døgunum ári fyri, ikki kunnu selja.
Marknaðurin av óbrúktum døgum er tí avmarkaður og gerast fáu dagarnir, sum eru umsetiligir tí ringir at fáa fatur á. Prísurin fer eisini upp so hvørt dagarnir verða skornir.
Ógvusligur niðurskurður í døgum rakar tí bara tey dugnaligu í vinnuni, og er við til at taka virkishugin frá teimum. Minni virkin fáa møguliga fyrimun við tað, at óbrúktu dagarnir vaksa í virði so hvørt sum samlaða dagatalið lækkar og tí at “kreativar” loysnir til tíðir verða nýttar, tá dagar verða keyptir og seldir.
Við eini fiskidagaskipan fæst heldur eingin vissa fyri, at royndin eftir toski og hýsu verður minni, við færri døgum, tí tá samlaða dagatalið verður minni kann hugsast, at veiðutrýstið á dýraru fiskasløgini nærri landi bara veksur.
Óbrúktir dagar avoyða ongan fiskastovn, men teir kunnu gerast ein hóttan, tá fiskastovnarnir koma fyri seg. Tí eigur politiska skipanin, í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at lúka óbrúktar dagar og loyvir burtur, heldur enn áhaldandi at knokkroyta tey fáu, sum framvegis eru í vinnu.