Kappingarførið er avgerandi fyri framhaldandi góðum rakstri hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og tí verður ein nýggj mjølfabrikk helst úrslitið, um eitt nýtt uppsjóvarvirki verður bygt í Fuglafirði.
Tað væntar Bogi Jacobsen, stjóri á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Høvuðsargumentið fyri at byggja virkið í Fuglafirði er nevniliga, at skipini tá sleppa av við allan fiskin á einum staði, tí mjøl- og fóðurverksmiðjan Havsbrún eisini liggur har.
- Nú er hetta ikki nakað, sum vit hava viðgjørd innanhýsis í leiðslu og nevnd, men tað sigur seg sjálvt, at verður ein mjølfabrikk knappliga eitt kappingarparametur, so mugu vit taka tað í álvara og gera ta íløguna eisini, sigur Bogi Jacobsen.
Hann metir eina slíka íløgu fara at kosta umleið 40 milliónir krónur.
- Tað eru eisini onnur atlit enn ein møgulig nýggj kappingarstøða, ið tala fyri at gera eina mjølfabrikk. Vit brúka nevniliga sum er stórar upphæddir upp á at flyta slógv við lastbilum og skipi norð um Suðuroyarfjørð, sigur stjórin á Varðanum Pelagic.
Konseptir í andsøgn
Hann heldur ikki, at rúm er fyri einum triðja stórum uppsjóvarvirki, soleiðis sum flotin er skrúvaður saman í løtuni. Vestmanna Seafood í Vestmanna hevur eisini tikið ímóti uppsjóvarfiski til matna, men tað er í heilt smáum nøgdum samanborið við Varðin Pelagic og Faroe Pelagic í Kollafirði.
- Eg havi absolutt onki ímóti kapping, men fortreytin má vera, at okkurt er at kappast um. Og tað haldi eg ikki, at tað eru góð útlit fyri. Vit hava basera okkara virksemi upp á RSW-skip (skip við kølitangum, red.), sum føra fiskin til lands at virka. Tí er eitt uppsjóvarvirki ein náttúrligur partur av okkara konsepti. Men hini stóru uppsjóvarreiðaríini – eisini tey, sum eru nevnd í sambandi við ætlanirnar í Fuglafirði – hava gjørt stórar íløgur í fakbrikstrolarar. Um hesi reiðarí eisini fara at gera íløgur í eitt uppsjóvarvirki, fara tey samstundis at kappast móti sær sjálvum, sigur Bogi Jacobsen.
Hann leggur tó dent á, at støðan verður ein onnur, um konseptini verða broytt, so fari verður frá aftur stóru fabriksskipunum og aftur til RSW-skipini.
- Tað skal tó undra meg, um tað hendir sjálvboðið, nú teir hava lagað seg til konseptið við fabriksskipum og gjørt stórar íløgur í tað. Men tað kann kanska hugsast, at politikararnir fara at lóggeva allan fiskin upp á land, so øll reiðaríini verða noydd at leggja um aftur til at fiska í kølitangar og føra fiskin óvirkaðan til lands. Tað verður so ein heilt nýggj støða, sigur Bogi Jacobsen.
Tað verður verri
Sigurð S. Simonsen, stigtakari til nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði, og Bjarni Arnason, grannskoðari og fiskivinnugreinari, argumentera báðir aðra staðir í blaðnum fyri, at útlitini fyri at fáa rávøru bara kunnu gerast betri, tá silda- og makrelstríðið einaferð er av, og støðan á feltinum og í móttøkuhavnunum aftur verður normaliserað.
Bogi Jacobsen hevur tó øvugta uppfatan.
- Sum eg síggi støðuna, so verða uppsjóvarvirkini verri fyri tá. Tað verða ikki bara føroysku virkini, ið tá fara at kunna bjóða seg fram í Norðurhøvum. Í Noregi er ein øgiligur yvirkapasitetur av uppsjóvarvirkjum, bara tann størsti aktørurin, Norway Pelagic, eigur 14 virki. Í Noregi hava tey stórar trupulleikar av, at alt ov nógv virki eru, og avleiðingin er húsagangir. Og tað eru júst teir trupulleikarnir, vit eisini eru í stórum vanda fyri at fáa, um fleiri virki verða bygd her. Tað kann henda júst tað sama sum hendi við øllum botnfiskavirkjunum, vit høvdu fyrr, sigur hann.
Hann vísir eisini á gongdina í Danmark, har tað vóru eini 10 uppsjóvarvirki fyri fáum árum síðani, men nú bara er eitt.
- Hetta er ein vinna, har lønandi gongdin er fáar, stórar eindir á landi, sum koyra í døgndrift ein stóran part av árinum. Tað nyttar onki at dúva upp á virksemi frá klokkan 8 til 5 gerandisdagar, sum tradisjonell virki hava. Tað krevst eisini ein støðug arbeiðsstyrki á eini 100 fólk, og skulu tey støðast, má virksemið eisini vera støðugt, staðfestir Bogi Jacobsen.
Yvirkapasiteturin aðra staðir í Evropa ger, at føroysku virkini ikki skulu vænta sær títta vitjan av útlendskum skipum, men seta álitið á heimliga flotan, heldur stjórin á Varðanum Pelagic.
Vandi fyri kollapsi
Hann slær eisini fast, at føroysku skipini við vissu ikki framhaldandi fara at kunna fiska tær mongdir av makreli, vit hava sæð seinastu 4 – 5 árini, og stóru nøgdirnar av sild, ið vórðu fiskaðar í fjør.
Tá strandarlandaavtalurnar duttu niður fyri, fóru føroyski parturin av heildarkvotuni úr umleið fimm prosentum upp í 23 prosent, og sildafiskiskapurin øktist úr umleið fimm prosentum í 17 prosent.
- Vit ríða á einum ónáttúrliga høgum aldutoppi. Tá vit einaferð fáa strandarlandaavtalurnar upp á pláss aftur, og fiskiskapurin aftur gerst vanligur, verður okkara makrelkvota í mesta lagi 15 prosent, sum er kravið hjá fiskimálaráðharranum, og okkara partur av sildini verð-ur helst nakað minni enn 15 prosent av heildarkvotuni. Her skulu vit eisini hava í huga, at sildastovnurin er illa fyri og í minking, so tann heildarkvotan fer at minka næstu árini. Tað fer sostatt at koma nógv minni upp á land av makreli og sild, sum er høvuðsgrundarlagið undir uppsjóvarvirkjunum, sigur Bogi Jacobsen.
Hann sær eisini ein vanda fyri, at royndirnar hjá strandarlondunum at fáa eina nýggja avtalu um makrelin, kunnu fáa makrelstovnin at smokka saman.
- Tað sóu vit við svartkjaftinum. Stórar heildarkvotur vórðu ásettar fyri at fáa ta strandarlandaavtaluna í lag, tí so var lættari hjá londunum, ið ikki fingu so nógv í prosentum at góðtaka býtið. Høga heildarkvotan tryggjaði teimum jú eitt høgt tonsatal kortini. Avleiðingin var fyri okkara viðkomandi, at svartkjaftaveiðan hjá føroysku skipunum fall frá 320.000 tonsum í 2007 niður í 16.000 tons í 2011 (kvotan í 2011 var 9.642 tons, restin stavar frá ófiskaðari kvotu í 2010, red.).
- Um sami leistur verður brúktur fyri at fáa eina avtalu um makrelin, kann tað sama henda har, sigur Bogi Jacobsen.
Svartkjaftur til ídnað
Og hann heldur ikki, at eitt nýtt svartkjaftaævintýr kann koma í staðin fyri minkandi nøgdir av makreli og sild og skapa grundarlag fyri einum triðja stórum uppsjóvarvirki. Samlaða svartkjaftakvotan hjá strandarlondunum væntast at verða ein millión tons í ár. Føroyar eiga 26 prosent sum svara til 260.000 tons.
- Tað er rætt, at svartkjaftur kann fiskast alt árið, og at útlitini fyri nógv størri svartkjaftakvotum eru góð. Men svartkjafturin verður ongantíð matfiskur á sama støði sum makrelur og sild. Vit gjørdu royndir í fjør við at skera tann besta svartkjaftin, sum so fór til Turkihúsið í Vági og Høvdavirkið í Leirvík at turka til tann nigerianska marknaðin. Tað riggaði væl, og vit fara aftur at gera hetta í vár. Men svartkjafturin er gjøgnumgangandi væl minni enn hann var fyrr, og tað er bara tann allarbesti og størsti svartkjafturin, sum kann brúkast til matna. Tí fer svartkjafturin eisini í framtíðini í nógv størri mun enn makrelur og sild at vera ídnaðarfiskur meira enn matfiskur.
- So øktar svartkjaftakvotur tala heldur fyri einari mjølfabrikk afturat enn einum uppsjóvarvirki afturat, sigur Bogi Jacobsen.