Ein dystur var í fremstu deildini hjá kvinnum í gjár millum Stjørnuna og VÍF/Tjaldur. Stjørnan var greitt omaná fyrstu løtuna. Eitt tíðarskeið var støðan 9-3 til heimaliðið, sum fleiri ferðir spældi seg hegnisliga gjøgnum VÍF/Tjaldur verjuna.
Simona Petersen var við Stjørnuni aftur. Tað gjørdi góðan mun. Hon bæði hevur skotstyrki í álopspartinum, men er eisini sterk í verjupartinum. Hon megnaði at steðga Liljuni Djurhuus, sum var størsta styrkin hjá gestunum. Felagsliðið er eisini sera vandamikið í mótálopum, men tey fingu tær fá av, tí Stjørnan kom at kalla hvørja ferð til skot.
Eisini lá væl fyri hjá Emu Bezanovic at spæla hinar leysar. Einar tríggjar ferðir spældi hon bóltin inn á strikuna til Unu Olsen.
Seint í fyrra hálvleiki kom felagsliðið fyri seg. Tær fangaðu bóltar í verjupartinum og so gekk skjótt. Tær skoraðu nú upp á eyðkendu mótálopini, sum Stjørnan ikki hevur nakra verju fyri. Tað sóu vit eisini í umvenda dystinum millum hesi bæði liðini, tá Heidi Sevdal rann verjuna umkoll.
Eisini broytti Stjørnan í verjupartinum. Millum annað var Simona Petersen flutt á hin vinstra bakk, og síðani heilt út at hvíla.
Tað gav Liljuni Djurhuus betri pláss, sum hon útnyttaði til fulnar. Fleiri ferðir meddaði hon til útifrá og skorar. Áðrenn áskoðararnir vistu av, var bara tað eina málið á muni, tá farið var til hálvleiks.
Javnur seinni hálvleikur
Í seinna hálvleiki var Stjørnan ein fót frammanfyri til miðskeiðis í hálvleikinum, tá VÍF/Tjaldur tók leiðsluna fyri fyrstu ferð í dystinum. Stjørnan fekk aftur takið á dystinum og fimm minuttir fyri tíð var heimaliðið á odda við fýra. Hesa løtuna gekk væl hjá Ellu Petersen, sum fleiri ferðir skoraði hegnisliga úr spísum frá vinstra vongi.
Her valdi felagsliðið at mansverja Emu Bezanovic og Simonu Petersen. Stjørnan svaraði aftur við at mansverja Liljuna Djurhuus. Í hesum spælinum var felagsliðið væl gløggari. Svein Rógvi var ónøgdur við avgerðirnar hjá sínum spælarum í álopsroyndinum. Tær tóku skeiva avgerð at kall ahvørja ferð. Antin gjørdu tær ov skjótt av, ella komu skotini ov langt útifrá.
Tað eydnaðist tó ikki Stjørnuni at fáa fleiri mál, meðan alt riggaði hjá VÍF/Tjaldur. Hálvan minutt fyri tíð javnaði Sarah Hansen til 26-26 við eitt av sínum fýra góðu málum frá høgra bakki. Stjørnan fór í álop, men brendi. Í hinum endanum varð bríkslað fyri brotskastið, tá tíðin vísti 59:57.
Sarah Hansen var trygg og tryggjaði felagsliðnum sigurin. Onkursvegna tóktist Stjørnan hava takið á dystinum, men tá tær mistu takið, so gjørdi felagsliðið skjótt av og revsaði hart.
Stjørnan hevur nú langt upp til FM plássini, meðan VÍF/Tjaldur prógvaði, at tær kunnu vinna uttan Adinu Petrea.