Sarah vann á larminum

Keldan og friðarligur tónleikur eru ikki vinir, tó kláraði Sarah Kelly at fáa tamarhald á sussinum við at prædika, skipa fyri klappimøti og felagssangi

Tað pena hevði aftur í ár ein trupulleika á Fjarðafestivalinum. Í fjør var tað framførslan hjá Martini Joensen, ið druknaði í áskoðaralarmi, og í ár fekk Sarah Kelly eina larmutta móttøku. Tað má staðfestast, at larmurin í Kelduni er drepandi fyri friðaligan tónleik. Tí var tað gleðiligt, at frásøgumaðurin Helgi Abrahamsen bað fólk um, at vera still, eftir at Sarah hevði hitað upp við einum friðarligum lagi, og hetta hjálpti rættiliga væl eina løtu. Sarah Kelly var seinasta navnið á festivalskránni leygarkvøldið, og við tí tá tætta sirminum og lága áskoðaratalinum var konsertin flutt inn í Kelduna.


Superhetju við á pall

Ætlanin var, at Superhero skuldi spæla undir hjá Saruh Kelly, men svikaliga veðrið gjørdi, at til bar ikki hjá teimum at venja saman. Men lukkutíð er Sarah ein habilur tangentleikari, ið uttan himpr settist við eitt klaver, og trummuleikarin hjá Superhero royndi at spæla áslattur aftur við, hann horydist tó so illa, og spældi so lítið at hetta tyktist meira sum moralskur stuðul enn nakað annað.


Føroyskar superhetjur

Sarah Kelly er ein serstakliga dámlig kvinna, og greiddi livandi frá um alt møguligt, millum annað um sína ferð til Føroyar. Hon segði seg vera sannførda um, at okkara flogskiparar eru superhetjur, ið megna at kava gjøgnum skíggini og niður á flogvøllin.

Røddin er sera sterk, og rungaði í rúminum í einum støðugum bardaga við sussi av fólki, ið eftir øllum at døma ikki vóru á festivali fyri at hoyra tónleik. Hetta er sjálvandi keðiligt fyri tey, sum vóru komin fyri at hoyra Saruh.


Vekingarmøti

Við at fáa fólk at klappa við og syngja við fekk Sarah Kelly móti endanum heilt tamarhald á sussinum, og eg kundi staðfesta aftur í ár, at áskoðararnir á Fjarðafestivalinum syngja sera væl. Men samstundis tyktist markið millum konsert og vekingarmøti at vera viskað burt.

Tað kemst tó ikki uttanum, at av tí at løgini ikki øll vóru líka spennandi, vóru tær mest rørandi løturnar, tá hon tosaði millum løgini, t.d. at hoyra, hvussu hon greiddi frá, um at hon var misnýtt av einum presti, tá hon var barn. Hetta gjørdist tó sum sagt eitt sindur møtikent í støðum. Men eg eri ikki vísur í, um hetta er nakar trupulleiki á Fjarðafestivalinum, tí fólk tykjast ikki at hava nakað ímóti hesum. Á onkran hátt var tað ivaleyst hóskandi á sama hátt, sum ein Dynamit framførsla er hóskandi á Summarfestivalinum. Hetta er ikki til fyri ummælarar ella tilvildarligar vilstar sálir, ið eru komnar framvið, men heilt beinrakið til primera málbólkin á festivalinum.


Andalig masasja og klemm

Sarah sjálv lýsti konsertina, sum eina tónlistarliga masasju, men hetta tyktist tó meira sum ein andalig masasja, og tá songkvinnan insistreraði uppá at hon skuldi klemma allar áskoðararnar á veg úr salinum, gjørdist upplivingin ivaleyst sera persónlig fyri nógv.

Sjálvur fekk eg knappiliga ein brennandi hug, at fáa mær ein kopp av kaffi í fjølmiðlarúminum, áðrenn leiðin gekk aftur til Havnar.