SAS avlýsir flogferðir úr Føroyum

Fólk eru komin illa fyri, tí at flogfelagið SAS hevur avlýst flogferðir úr Føroyum.

 

Mong frøddust, tá skandinaviska flogfelagið SAS fór undir at flúgva millum Keypmannahavn og Føroyar, tí tað merkti kapping og bíligari flogferðaseðlar. Eisini hevur SAS havt stóra ávirkan á, at fleiri útlendsk ferðafólk eru komin til Føroya.

Men í gjár fingu mong sum vátan vøtt, tá SAS boðaði teimum frá, at flogfarið tann 3. juli er avlýst, og at tey hava fingið nýggjan ferðaseðil nakrar dagar seinni.

Eitt av ferðafólkunum, sum in.fo hevur tosað við, harmast almikið um viðferðina frá SAS.

– Eg keypti ein bíligan flogferðaseðil í góðari tíð frá SAS til Keypmannahavnar og havi keypt flogferðaseðil víðari úr Kastrup dagin eftir. Men nú er mín ferðaseðil broyttur til tveir dagar seinni. Hjá mær var bara eitt at gera, og tað var at keypa ein dýran flogferðaseðil frá Atlantsflog, greiðir ferðafólkið frá. 

Í hesum føri var talan um tvey ferðafólk, sum máttu gjalda um 2.400 krónur eyka fyri nýggjar ferðaseðlar frá Atlantsflog, tí annars náddu tey ikki ferðina víðari úr Keypmannahavn.

– Frá SAS fekk eg bara at vita, at tey kundu geva mær pengarnar aftur. Men hvat nyttar tað at geva mær 940 krónur aftur, tá eg skal brúka yvir 2.000 krónur til ein nýggjan ferðaseðil, spyr ferðafólkið, sum argast sera illa inn á vánaligu viðferðina, tey kenna seg at hava fingið frá SAS.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá SAS, ella hví SAS avlýsir flogferðir, sum tey hava selt ferðaseðlar til fyri fleiri mánaðum síðani.