SAS brúkar milliardir til nýggj flogfør

Norðurlendska flogfelagið skal hava 50 nýggj flogfør

Flogfelagið SAS hevur umbiðið 35 nýggj flogfør frá europeiska framleiðaranum Airbus, sum eitt nú Atlantic Airways eisini brúkar. 

Tey nýggju flogførini eru av A320neo slagnum, og samanlagt skal SAS gjalda umleið 24 milliardir krónur fyri flogførini. Harafturat skal SAS leasa 15 flogfør av sama slagi.

Hetta boðar SAS frá. 

SAS fær fyrstu flogførini næsta ár, og síðani verða tey latin flogfelagnum reguliga fram til 2023.

Airbus A320neo verður mett sum kanska effektivasta flogfarið á marknaðinum í løtuni, og SAS roknar við at spara nógvar útreiðslur til brennevni við nýggju flogførunum.

Atlantic Airways hevur umbiðið eitt Airbus A320neo, og tað verður latið flogfelagnum næsta ár.