Sat fastur á fjøllunum í 12 tímar

Ferðslan er almikið tarnað og nógvir skalvar eru lopnir.

Tað er ikki frítt, at manningin hjá Landsverkfrøðinginum, sum hevur tað til arbeiðis at rudda kava av vegunum, leggur mangan nógv fyri.

Tað gjørdu teir eisini um vikuskiftið, nú kavin var av tí mesta.

Seinnapartin fíggjadagin fór ein gravimaskina at grava kava av vegnum ímillum Øravík og Fámjin.

Men komin niðan á var so herviligt kavarok, at førarin misti vegin burtur og fór útav, og mátti gevast.

Bratt var niðanfyri, so fyri ikki at fara heilt útav, mátti hann bara gevast, sigur Hermundur Michelsen hjá Landsverkfrøðinginum í Suðuroynni.

Hann slapp ikki leysur aftur fyrrenn leygarnáttina um tvey tíðina.

Tá hevði hann staðið á fjøllinum í einar 12 tímar í ringasta kavaroki í Suðuroynni síðani í 1967.

Men maðurin leið onga neyð, tí hann var væl ílatin.


Hevur staðið væl til

Annars sigur Hermundur Michelsen, at eftir umstøðunum hevur staðið væl til í Suðuroynni.

Teir royna at grava sum frægast so at fólk sleppa til og frá arbeiðið, men tað hevur ikki altíð eydnast.

Men ein tann størsti trupulleikin er, at fólk virða ikki boðini um, at tað ikki er koyrandi.

­ Fólk herjað á fjøllini í bili, hóast boðað verður frá, hvussu ring líkindini eru, og enntá hóast boðað verður frá, at tað als ikki er koyrandi.

­ Ofta síggja tey sær kansin at koyra aftaná eini gravkúgv. Men tað kemur meiri enn so fyri, at tey halda, at tað gongur ov seint hjá gravkúnni og tí yvirhála tey hana, og so standa tey føst.

Hermundur Michelsen sigur, at av tí sama koma nógvir bilar at standa fastir í kavanum og tað tarnar ruddingararbeiðnum almikið

­ Tey læra tað ikki fyrrenn tey hava staðið føst í nakrar tímar. Tey, sum hava roynt tað einaferð, eru helst varnari eina aðru ferð, sigur hann.

Í Suðuroynni var eisini tann trupulleiki, at skalvur leyp á Hovsvegnum og tí var ikki koyrandi.

Tað gekk ein tíð, áðrenn vegurin varð ruddaður tí vandi var fyri fleiri skalvalopum.

Men í gjáranáttina fór at regna og tá fór kavin at svinna.

So Hermundur Michelsen roknað í gjáramorgunin við, at Hovsvegurin fór ikki at vera stongdur longi, tí antin leyp tað, sum skuldi leypa, ella svann kavin.

Í Sandoynni hevur ferðslan eisini verið nógv tarnað av kavanum, men har hevur tað eisini gingið væl eftir umstøðunum.

Heima á Sandi vóru tey eisini bangin fyri skalva, so tað bleiv ikki nógvur svøvnur í nógvum húsum í gjáranáttina.


Skalvur á Norðasta Horni

Í Havn leyp ein lítil skalvur á Norðasta Horni og trýsti veggin í einum húsum eitt sindur inn.

Har spældu børnini í kavanum og gróvu seg inn undir fannirnar. Politiið heitti tí á foreldur sunnukvøldið um at taka børnini inn.

Annar hevur bara eitt ferðsluóhapp verið í Havn um vikuskiftið, og tað er tí, at fólk yvirhøvur hava tikið ávaringina hjá politiðnum til eftirtektar um ikki at fara í bili, tí tað er ikki framkomandi, og tí var sera lítil ferðsla.


Fleiri hundrað bilar undirkavaðir

Eisini í Norðoyggjum hevur kavin verið av tí mesta.

Karsten Hansen, sýslumaður, sigur, umstøðurnar hava verið av tí ringasta.

Men ferðslan hevur verið lítil so skaðarnir eru lítlir og ongir.

Mesti skaðin hevur verið av at gravimaskinur hava koyrt á bilar, sum hava staðið undirkavaðir.

Í tí eina førinum koyrdi gravimaskinan tvørturyvir inum bili.

Men norðoyingar eru duga at finna uppá ráð.

Karsten Hansen sigur, at tey eru heilt nógv, sum hava stungið kustaskøft í kavan við fløggum á at boða frá, at har stendur ein bilur.

Sýslumaðurin segði í gjáramorgunin, at tað stórðu fleiri hundrað bilar undirkavaðir í Klaksvík.

Longur norðuri, t.d. í Kunoy og Viðareiði hevur vegurin verið stongdur nú í fleiri dagar og nógva staðni verður ikki opið aftur fyrstu dagarnar.

Har hevur verið er eitt ótal av skalvalopum og enn er so stórur vandi, at óvist er, nær farið verður at grava.

Á Viðareiðisvegnum er hava skalvarnir tikið kilometrar av autoverju við sær.


Fluttu úr Gerðum

Av beiskum royndum vita klaksvíkingar, at skalvar kunnu leypa í Gerðum.Og hetta vikuskiftið sá aftur so hættisligt út, at politiið ávaraði um skalvalop.

­ Vit sóu ikki, hvussu nógvur kavi var, men vit valdu tað tryggu loysnina og sendu ávaring út, tí tað var ógvuliga sannlíkt at skalvur kundi leypa, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, ávaringin førdi við sær, at nógv fólk rýmdu úr húsum sínum.

Klaksvíkingar eru illa royndir av skalvalopum í Gerðum.

Síðst í farnu øld lupu tveir stórir skalvar í Gerðum við 20 árum ímillum.

Og ta einu ferðina doyðu yvir 10 fólk, sigur sýslumaðurin.

Báðu ferðina lupu skalvarnir Grækarismessudag.

Karsten Hansen sigur, at enn er vandin langt frá av. Og hósdagin er aftur Grækarismessa...