Ikki minni enn 93 prosent av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum koma frá olju. Tað staðfestir Kári M. Mortensen, orkuserfrøðingur hjá Jarðfeingi.
Á orkuráðstevnu hósdagin varð fokus sett á tær avbjóðingar, sum standa fyri framman á orkuøkinum.
Turru innflutningstølini hjá Hagstovuni staðfesta, at føroyska samfelagið innflytir brennievni fyri millum 1,2 og 1,3 milliardir krónur um árið.
- Tí er bæði neyðugt og eisini upplagt at gera íløgur í varandi orku, heldur enn at keypa olju, sigur Kári M. Mortensen.
Hóast SEV ger stórar íløgur í grønar orkukeldur, bæði vatnorku og vindorku, so gevur grøna orkan ikki meira enn fýra prosent av samlaðu orkunýtsluni hjá føroyska samfelagnum. Írestandi trý prosentini koma frá brennistøðunum.
Uppskotið frá orkuserfrøðinginum er í stuttum at flyta nakrar av pengunum, sum føroyska samfelagið í dag brúkar til at keypa olju, til íløgur í varandi orkukeldur.
- Brúka til dømis 400 milliónir krónur um árið til íløgur í varandi orkukeldur, sigur Kári M. Mortensen.
Hann nevnir sum dømi íløgur í vindmyllulundir, í vind/vatn orkuskipanir og íløgur í jarðhita og sjóvarhita.
Suðuroy
Av nevndu orsøkum er Kári M. Mortensen ein íðin forsprákari fyri at gera íløgu í eina varandi orkuskipan, sum kann nøkta at kalla allan orkutørvin hjá Suðuroynni. Í stuttum snýr verkætlanin seg um at brúka vindorku til at pumpa vatnið úr Ryskivatni niðanaftur í Miðvatn fyri á tann hátt at endurnýta og økja vatnorkuna í orkuverkinum í Botni.
Sambært útrokningum hjá Jarðfeingi er talan um eina íløgu á 180 milliónir krónur. Fyri pengarnar fáast 31,8 GWh um árið, og tað er útvið tað, sum Suðuroyggin brúkar av streymi ídag.
- Vit verandi rentustøði og eini afturgjaldstíð á 25 ár er talan um eina íløgu á 15 milliónir krónur um árið, greiðir Kári M. Mortensen frá og argumenter síðani fyri tí skilagóða í júst hesi íløgu:
- Tað krevur umleið 6000 tons av tungolju at framleiða 32 GWh av streymi. Og við dagsins prísum kostar henda oljan umleið 20 milliónir krónur at keypa.
Kári M. Mortensen er tí sannførdur um, at júst íløga í varandi orku lønar seg fleirfalt aftur.
Glottar
Hóast langt er á mál, so sigur orkuserfrøðingurin á Jarðfeingi seg tó hóma glottar í orkupolitikkinum.
Kári M. Mortensen vísir á málsetningin frá 2009, sum sigur at áðrenn 2020 skulu Føroyar skerja útlátið av veðurlagsgassum við minst 20 prosentum í mun til 1990. Tað merkir eitt nú, at oljunýtslan frá 2005 til 2020 skal minka við 45.000 tonsum.
- Tey fyrstu 20.000 tonsini verða helst rokkin í 2015, og tað er nú ikki so heilt galið, sigur Kári M. Mortensen.
Eitt ítøkiligt dømi um glotta er stóra vindmyllulundin, sum SEV í hesum døgum letur byggja í Húsahaganum. Talan er um eina íløgu á 110 milliónir krónur. Afturfyri fær SEV 13 vindmyllur, sum samanlagt koma at framleiða góðar 41 GWh av streymi um árið. Tað sparir SEV umleið 8900 tons av olju um árið, og av somu orsøk lækkar oljurokningin 36 milliónir. Vindmyllurnar verða settar upp í summar og SEV yvirtekur tær í september mánað.
- Vit kunnu tí rokna við, at næsta ár verður helvtina av elframleiðsluni grøn orka, staðfestir Kári M. Mortensen.
Vindorkan verður tá 16 prosent, vatnorkan 32 prosent meðan oljuriknu motorarnir hjá SEV tá standa fyri 49 prosentum av elframleiðsluni.
- Hetta er eitt dømi um, at orkuframleiðslan er á rættari leið. Eisini síggja vit dømi um, at onkrar kommunur tora at gera íløgur í grønar orkukeldur. Og somuleiðis síggja vit, at privatfólk tora nýggjar og grønar orkuloysnir, sigur Kári M. Mortensen, áðrenn hann kemur við einum hjartasuffi:
- Men vit síggja alt ov nógv dømi um, at tað almenna ikki livir upp til sín egna orkupolitikk. Nýggir skúlar verða bygdir og vit byggja eina nýggja floghavn. Men sjálvt í hesum nýggju bygningum skulusíggja vit oljuloysnir.
Kári M. Mortensen nevnir ítøkiliga Marknagilsdepilin í Havn sum óheppið dømi um at tað lekur millum teori og praksis. Skúladepilin kostar tilsamans 515 milliónir krónur at byggja, men pengar eru í løtuni ikki til eina grøna orkuloysn.
Sambært orkuserfrøðinginum á Jarðfeingi kostar ein jarðhitaloysn til Marknagilsdepilin umleið átta milliónir krónur. Tað eru seks milliónir krónur meira enn loysnin við vanligum oljufýri.
- Afturfyri sparir skúladepilin 600.000 krónur í rakstrinum um árið, sigur Kári M. Mortensen.
Roknistykkið byggir á, at skúladepilin sleppur undan eini oljurokning á eina millión, meðan streymrokningin til hitapumpurnar fer at liggja um 400.000 krónur.
Á Orkuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í síðstu viku varð upplýst, at Marknagilsdepilin verður soleiðis bygdur, at til ber at leggja um til jarðhita seinni. Men í løtuni eru ikki pengar til annað enn eina traditionella oljuloysn.