Sáttmálarnir fyri land og kommunur eru gingnir út

Í dag eru sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum fyri land og kommunur gingnir út, skrivar starvsfelag.fo 1. oktobur.

 

Formligu samráðingarnar byrja týsdagin 8. oktobur.

 

Undanfarnu sáttmálarnir eru tó enn í gildi fyri økini, so leingi samráðingar eru og inntil nýggj avtala er komin í lag ella samráðingarnar slitna.

 

Hoyr formannin í Starvsfelagnum, Súna Selfoss, greiða frá í útvarpstíðindunum: https://kvf.fo/greinar/2024/10/01/sattmalarnir-ur-gildi-i-dag-samradingar-byrja-8-oktober 

 

Súni greiddi frá, at fyrst skulu krøvini hjá pørtunum viðgerast, og væntast kann, at í minsta lagi 5 samráðingarfundir verða, fyrr enn vit vita, um semja fæst millum partarnar. 

 

Endamálið við samráðingunum er at fáa tað mest møguliga omaná lønina, so at okkara limir hava nóg mikið til dagin og vegin. Tí fara samráðingarnar í hesum umfarinum einamest at snúgva seg um lønina, skrivar starvsfelag.fo.