Hetta er fyrsti 1. mai og í ein lítlan mansaldur, fyrstu ferð at okkara fyrrverandi formaður, Karl Johansen, sáli, ikki er staddur á Vaglinum arbeiðaradagin.
Karl fór so brádliga frá okkum, og við honum tagnaði ein av røddunum, sum hava talað sak arbeiðaranna. Vit eru mong, sum minnast Karl Johansen við virðing og fyri tað, hann hevur gjørt fyri verkamannin sum heild.
Hóast skiparin mynstraði av, so heldur skútan fram sína leið.
Og Havnar Arbeiðsmannafelag skal eisini í framtíðini stríðast fyri og verja sak arbeiðaranna í høvuðsstaðnum.
Samráðingar verða ikki um høvuðssáttmálan í ár, kortini eru vit í samráðingum um t.d. onkran sersáttmála, men eiga vit beinan vegin at fara undir at fyrireika okkum til tað, sum skal fara fram um eitt ár.
Vit eiga at tryggja okkum, at tað eru tørvir og ynskir hjá limunum, sum verða borin fram.
Vit eiga at raðfesta arbeiðslag og samstarv ovarlaga, og eiga tí at rætta hinum arbeiðarafeløgunum eina hond og virka fyri samstarvi heldur enn spjaðing og sundurlyndi.
Verkafjøldin má og skal standa saman í hesum døgum. Hetta hevur ongatíð verið meira neyðugt. Vit hava tørv á einari samlaðari og mergjaðari verkamannafjøld, sum skal taka við ábyrgd, men sum sanniliga eisini skal hava ávirkan.
Vit bera okkara stóra part av samfelagsbyrðuni, og eiga vit tí eisini okkara sjálvsagda rætt til ágóðar og rættindi, sum samfelagið bjóðar. Vit hava ikki tørv á spjaddari verkamannafjøld, sum partvís er bundin av partapolitiskum fjepparíi.
Góðu fundarfólk!
Vit standa uttan fyri nýumvælda Tinghúsið, sum skal hýsa nývalda tinginum. Ein av uppgávum okkara er at syrgja fyri, at feita valfleskið hvørki tráðnar ella bráðnar. Vit skulu halda vakið eyga við landsins kosnu, vit skulu vera teirra ringa samvitska.
Vit skulu ikki krevja av løgtinginum at lóggeva okkum øll rættindi, vit skulu krevja, at løgtingið tryggjar okkum vunnin rættindi.
Hetta, tá tað snýr seg um lønarhækkan, um eftirlønarviðurskifti.
Hetta tá tað snýr seg um øll rættindi og ágóðar, sum liggja óvard, útholað og niðurbrotin av kapitalistunum og handlangarum teirra.
Hetta kunnu arbeiðarafeløgini ikki lata sær lynda. Vit kunnu ikki standa hendur í favn, meðan okkara fólk verður afturútsilgt og niðurpínt.
Verkamenn og -kvinnur, nú er stundin komin at rakna við.
Vit liva í einum samfelag við alsamt vaksandi stættarmuni.
Vit mugu vekja politikararnar og fáa teir at skilja, hvørja vandaleið hetta samfelagið gongur. Og fáa vit teir ikki at vakna á vanligan hátt, fara vit inn eftir teimum og draga teir út í okkara dagligdag. Har skulu vit vísa teimum, hvussu lívsins eiðrindarleysu kreftir virka og hóreiggja sær.
Hvussu ofta hava vit ikki ásannað seinastu árini, at lønarhækkanir ikki eru lønarhækkanir allíkavæl? At tær eru uppetnar longu áðrenn sáttmálin er undirskrivaður. Hetta tí handilsmenn og aðrir gribbar hava kannað sær vøksturin orsakað av neyvt útroknaðum príshækkingum.
Ein av fáu møguleikunum hjá verkafólki at fáa meiri í løn er yvirtíðin. Men hvat nyttar tað okkum at arbeiða yvir, tá lønin fyri hetta verður so hart skattað, at tað als ikki loysir seg.
Nei, her má vend koma í. Løgtingið skal sum skjótast syrgja fyri einari rættvísari og miðvísari prísansan. Løgtingið skal sum skjótast syrgja fyri, at skattastigin lagar seg soleiðis, at inntøkan hjá verkamanninum ikki verður brandskattað. Hetta eru fyritreytir fyri, at tað skal kunna bera til hjá verkafólki, hetta er fyritreytin fyri at tey kunnu hóra undan.
Løgtingið skal eisini beinanvegin fáa skil á eftirlønarøkið soleiðis, at tað kann bera til hjá verkamannafeløgunum at seta í verk ta eftirlønarskipan, tey sjálvi ynskja sær.
Hetta hevði m.a. havt við sær, at rættiligt lív aftur fekst í eftirlønar-grunnin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, sum fekk skot fyri bógvin, tá tryggingarlógin bleiv broytt herfyri.
Tað fer at vera okkara evsta krav til landsins myndugleikar, at verkamannafeløgini verða tikin upp á ráð, tá eftirlønarskipan skal tilevnast.
Vit fara ikki at góðtaka, at almennir fultrúar og stjórar snikka eina eftirlønarskipan til ? saman við bankum og tryggingarfeløgum.
Tað sigur seg sjálvt, at ein lágløntur kann ikki ganga undir somu eftirlønartreytir sum tey, ið tjena millum hálva og heila millión árliga.
Tá tað um eftirløn ræður, eiga vit í álvara at fara undir at arbeiða fyri, at tað skal bera til hjá verkafólki at fara úr arbeiði við virðiligari eftirløn, hóast ein ikki hevur rokkið tey 67.
Hetta ber til hjá so nógvum øðrum bólkum, og eigur tað tí eisini at bera til hjá teimum, sum kanska verða mest og fyrst niðurslitin. Verkamaðurin skal ikki verða forðaður at fara av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn hann verður blakaður út. Hvørki av Almannastovuni ella øðrum.
Hann skal hava sín sjálvsagda rætt at fáa virðiliga eftirløn frá tí degi, hann fer til hús.
Eitt verkamannafelag er felag limanna ? ikki bara 1. mei, men í tí dagliga. Tað snýr seg tí eisini um, at limirnir fáa innlit í virksemið, at teir verða kunnaðir um tilboð av ymsum slagi, at teir verða kunnaðir um tað, sum fer fram á økinum.
Sjálvur ætli eg mær at virka fyri, at Havnar Arbeiðsmannafelag verður eitt opið og virkið felag, sum skal upplýsa um og menna øll viðurskifti limanna. Bæði til arbeiðis og heima.
Kæru fundarfólk! Samráðingar um høvuðssáttmálan verða sum sagt ikki fyrr enn 2003. Tó liggja nógvar og drúgvar fyrireikingar fyri framman.
Komandi samráðingar fara sjálvsagt at snúgva seg um lønarhækkan, men ikki bara um tað. Eg skal ikki her nevna øll tey mál, sum protokollatið fer at fevna um, men eg kann vissa tykkum um, at nógv týðandi stórmál koma á skrá.
Eg kann eisini vissa tykkum um, at vit fara ikki at bakka frá rættvísiskrøvum. Hetta krevur, at vit fyrireika okkum væl og í góðari tíð. Tað skylda vit ikki bert limum okkara, tað skylda vit mótpartinum, tað skylda vit øllum samfelagnum.
Tað skal vera mín vón, at ein savnað og sterk verkamannafjøld fer at seta viðkomandi og neyðug krøv, og at hon fer at hava styrkina til at fáa hesi krøv ígjøgnum. Tað er mín
sannføring, at ein sterk og savnað verkamannafjøld ikki bara tryggjar eitt samhaldsfast samfelag, hon tryggjar eitt sterkt og rættvísari samfelag.
Takk fyri at tit lýddu á.