Bjarta Pálsdóttir Nolsøe hevði ætlanir um at selja ymiskt heimagjørt á jólasøluni, sum var á Seglloftinum á Tvøroyri fyri góðari viku síðani. Hon spurdi so Stinu Park, um hon vildi koma við at hjálpa sær. Vinkonan var við upp á tað beinanvegin og vildi fegin vera viđ. Tær báðar tosaðu so aftur og fram um, hvat og hvussu tær skuldu gera. Men tær blivu skjótt samdar um, at tær ynsktu at hjálpa børnum, ið ikki hava so nógv.
- Tí tað er synd í teimum, sum ikki hava pengar, sum tær sjálvar søgdu. So av peninginum, tær vónaðu at fáa inn, vildu tær geva helvtina til børn í Føroyum (til Í Menniskjum Góđur Tokki) og hina helvtina til børn í Kenya (til Næstan/NLAI).
Tær báðar hava hvør í sínum lag evna ymiskt heimagjørt. Smúkkur, taskur, jólaprýði, bomm, sleikisneisir og smákøkur. Tær arbeiddu so hugagóðar og vóru sera spentar til dagin, tá ið jólasølan skuldi vera á Seglloftinum.
Tær møttu tíðliga um morgunin at gera klárt saman við mammunum hjá sær. Tær pyntaðu borðið og settu alt fram, ið tær høvdu at selja.
Nógv fólk vitjaðu jólasøluna og tað gekk væl hjá Bjartu Pálsdóttir Nolsøe og Stinu Park at selja. Tá dagurin var farin, høvdu tær savnað saman um 5.000 krónur.
Tær vóru sera glaðar fyri dagin og fyri at so nógvir pengar komu inn, ið tær so kundu geva til onnur børn.