- Vit vilja ikki finna okkum í at missa læknan av bygdini. Tað er greiði boðskapurin hjá vestmenningum.
Teir eru nú rættiliga farnir í hernað ímóti ætlanini hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum um at skipa landið í nakrar heilsudeplar.
Samstundis hevur heilsumálaráðið heitt á bygdaráðið í Vestmanna um at steðgað ætlanini at gera ein heilsudepil í bygdini.
Tað tulka vestmenningar sum eina greiða ábending um at ongin kommunulækni skal vera í Vestmanna í framtíðini, men at hann skal flytast í ein læknadepil onkra aðrastaðni.
- Tað vilja vit ikki finna okkum í, sigur Fróði Skúvadal í Vestmanna. Saman við øðrum hevur hann nú tikið stig til at savna inn undirskriftir at mótmæla, at kommunulæknin verður fluttur úr Vestmanna í ein heilsudepil onkra aðra staðni.
Hann sigur, at sunnukvøldið varð adressan løgd í ávísar handlar og Ellis- og Røktarheimið í Vestmanna.
Men hóast tað bara eru tveir dagar síðani, hava longu yvir 400 vestmenningar skriva undir, sigur Fróði Skúvadal.
Hann trýr ikki upp á frágreiðingina hjá landsstýrismanninum um, at ein heilsudepil verður ein betri tænasta til vestmenningar.
- Hvussu kann tað verða ein betri tænasta at skula noyðast av bygdini til lækna, tá ið vit hava lækna í bygdini, spyr hann.
Hann vísir eisini á, at lækni hevur verið í Vestmanna í eini 140 ár, og tað hevur ikki víst seg at vera tórført at fáa kommunulækna til Vestmanna.
Um nakrar dagar er ætlanin at handa landsstýrismanninum undirskriftirnar, leggur hann afturat.
|