Mótmælini ímóti ætlanini at seta í gildi eina skipan við flatskatti og ímóti ætlanini at skatta pensjónir við inngjald, breiða seg nú um alt landið.
Nú eru Fakfeløgini nevniliga farin at savna inn undirskriftir um alt landið ímóti ætlanini hjá samgonguni at seta flatskatt í gildi og at skatta pensjónir við inngjald.
Adressur liggja í handlum og annars kring um í landinum.
Men nú er Leirvíkar Arbeiðarafelag farin eitt stig víðari, tí tey hava skipað soleiðis fyri, at nú ber eisini til at mótmæla á internetinum.
Í hesum sambandi hevur Leirvíkar Arbeiðarafelag eina leinkju á heimasíðu síni, har tað ber til at mótmæla.
Sørin Lisberg, sum er formaður í felagnum leggur dent á, at tað eru ikki bara limir í Leirvíkar Arbeiðarafelag, sum kunnu mótmæla umvegis heimasíðu felagsins.
- Hetta er ein møguleiki, sum øll kunnu brúka, sigur hann.
Í hesum sambandi hugsar hann um fólk, sum eru illa gongd, ella sum annars ikki hætta sær út í hálkuni.
Men hann hugsar eisini um føroyingar uttanlands, um sjómenn og annars um øll, sum vilja sleppa so ómakaleyst, sum til ber.
Heimsíðan hjá Leirvíkar Arbeiðarafelag, sæst á www.la.fo